Viðgerðarheimið á Eiði letur upp um fimm mánaðir

07.04.2016 - 11:02
InnlendisHeilsa
Viðgerðarheimið á Eiði letur upp um fimm mánaðir
- Tað er ein dreymur, sum gongur út, sigur Martin Kúrberg, sum hevur tikið stig til nýggja viðgerðarheimið á Eiði

Gongst sum ætlað, letur Hotel Eiði upp sum viðgerðarheim fyri ung við rústrupulleikum um einar fýra mánaðir ella so.

Við góðari hjálp frá privatum stuðlum hava Martin Kúrberg og Hans Jákup Johansen keypt hotellið, sum hevur staðið til sølu eina tíð, og nú verður arbeitt við at gera tað klárt til nýggja endamálið.

Endamálið við viðgerðarheiminum er at fáa fatur á fólki í aldrinum 18 til 24 ár, sum eru komin illa fyri orsakað av rúsevnum.

Umstøðurnar eru av teimum bestu, sigur Martin Kúrberg, sum gleðir seg til, heimið letur upp um einar fimm mánaðir.

Mynd: Útsýnið(partur) frá viðgerðarheimunum

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 18. apríl
Morgunlestur hósdagur 18. apríl 2024
173395
Mikudag 17. apríl
LEITISSTEIN 16.04.2024
173874
Mikudag 17. apríl
Skratsj 17. apríl 2024
173859
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819
Týsdag 16. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
173802
Sunnudag 14. apríl
Hin rusuti á Aconcagua - teknmálstulkað
173691