Credo

Credo: Sálmaskaldið Gudmund Bruun
21-04-2016
Danski føroyingurin Gudmund Bruun

Gudmund Bruun varð borin í heim 1891 í prestagarðinum í Miðvági. Pápin Emil Bruun og mamman Dora Topp vóru prestahjún.
Tá Gudmund var fimm ára gamal flutti húskið til Danmarkar. Við teimum fóru føroysk genta. Soleiðis kundi Gudmund halda á at tosa føroyskt.
Hann hevði stóran alsk til landið og fór blaðungur aftur til Føroya fyri at læra seg at tosa málið rætt.
Hann varð prestur í Haselager, men hann hevði alstóran týdning fyri føroyingar í Danmark. Hann prædikaði á føroyskum, meðan tað heima í Føroyum ikki varð loyvt at prædika á móðurmálinum.
Hann var arbeiðssamur maður og nógv liggur eftir hann. Hann hevur týtt og umsett eina rúgvu av sálmum.

Stafettina hevur Julia Jacobsen. Julia er elst av trimum systkjum. Hon er barnvaksin undir Gøtueiði.
Hon er gift og eigur fimm børn. Hon starvast sum lærari.
Hóast hon hevur svára giktasjúku, so megnar Julia at vera positiv. Hon hevur nógv góð fólk rundanum seg, sum hon virðismetir sera nógv.

Credo

Ljós verður varpað á lív og menniskju, teg og meg, etikk, filosofi og moral, kirkjur og samkomur, átrúnað her og úti, og prát við menniskju. Vertur: Armgarð Arge
Okkum leingist aftur til hetta fjarskotna landið.
10-03-2024
Lívið hevur givið Ann Randi nógvar avbjóðingar.
25-02-2024
"Eg fari, har eg verið send".
18-02-2024
"Øll bygdin var í sorg".
11-02-2024
Jákup Reinert Hansen, lektari í kirkjusøgu, er gestur í hesi serstaku jólaútgávuni av Credo, ið er snýr seg um sálmaskaldið B. S. Ingemann
26-12-2023
Tá børn skeiklast, tí foreldrini ikki megna at geva barninum tryggan barndóm.
03-12-2023
Menn eru meira einsamallir enn kvinnur og tosa eisini minni um trupulleikar, og tað gongur út yvir teirra heilsu og trivnað
26-11-2023
Hvussu lesa og skilja vit ein tekst ?
19-11-2023
"Tað snýr seg um at vera tilvitaður"
12-11-2023
Diakoni er essensurin av livaða kristindóminum millum menniskju.
15-10-2023
Ongin tosaði um sorgarleikin.
08-10-2023