Góðan morgun Føroyar

Breivik hevur rættartrygd eins og øll onnur
26-04-2016
- Hóast Breivik situr í varðhaldi fyri ógvusligu gerðirnar fyri fimm árum síðani, hevur hann sum fongslaður ávís rættindi, sigur Jógvan Páll Lassen

Mikudagin í síðstu viku fekk hópdrápsmaðurin og terroristurin, Anders Behring Breivik, viðhald í málinum móti norska statinum, sum Breivik helt hevði brotið hansara mannarættindi.

Dómarin gav Breivik viðhald í, at hann hevði fingið ómenniskjaliga og niðrandi viðferð í fongslinum, og tað er nakað, sum stríðir við europeisku mannarættindasáttmálan.

Dómurin merkir, at norski staturin skal betala sakarmálskostnaðin, sum er 331.000 norskar krónur - tað svarar til umleið 266.000 krónum í okkara pengum.

Hetta er maðurin, sum tann 22. juli í 2011 drap 77 fólk á Utøya, og bleiv dómdur at sita 21 ár í varhaldi. Hann hevur kostað ikki bara nógv mannalív men eisini øgiliga stórar fíggjarligar upphæddir.

Hvussu kann ein slíkur maður seta krøv og stevna norska statin?

Hesum spurninginum svaraði Jógvan Páll Lassen, sakførari, í morgunsendingini.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, kapping, Nólsoyarstova, MC-gudstænasta
19-04-2024
Veðrið, tema um trygd á arbeiðsplássinum, tannrøktarin
18-04-2024
Veðrið, eldraleikir, Sansa Føroyar, á Dungasandi
18-04-2024
Veðrið, javnstøða, 5G
15-04-2024
Veðrið, dýr atgongumerki, stuðulskonsert, nýggjur sangur
11-04-2024
Veðrið, fartelefonir í skúlunum, umhvørvisangist, serfrøðingur um spiral
10-04-2024
Veðrið, kelidjór og sorg, samskiftisavbjóðingar, nýggjur skannari á LS
09-04-2024
Veðrið, føroysk ross, ferðavinna
08-04-2024
Veðrið, kapping, hondbóltsskaði og blues tónleikur
05-04-2024
Veðrið, Mett fyri minni, talgildur lesiingur, lívssøgur
04-04-2024
Veðrið, sethúsamarknaður og bústaðarbyrða, landsdystur í hondbólti, gartnari
03-04-2024