Góðan morgun Føroyar

Barnaheimið skal fyllast við tónleiki
28-04-2016
Tónleikur mennir og stimbrar børn, og tí fer Føroya Barnaheim at keypa ljóðføri til ein nýggja tónleikaverkætlan

Nú skal tónleikur fylla meira í gerandisdegnum hjá børnunum og teimum ungu, sum búgva á Barnaheiminum í Havn.


Føroya Barnaheim ætlar nevniliga í næstum at fara undir eitt tónleikaátak.


- Vit vita, at tónleikur er nakað, sum stimbrar og mennir børn, og tí vilja vit gera meira burtur úr við at fáa tónleik inn í Barnaheimið, sigur Hildur Hermansen, sum er leiðari á Føroya Barnaheimi.


Finn Larsen er ein av teimum, sum skal standa á odda fyri tónleikaverkætlanini, sum tó ikki er heilt ítøkilig enn.


- Herfyri fingu vit royndir við sokallaðum musikkterapi, og aftan á tað hildu vit tað vera spell ikki at gera meir burtur úr tónleiki á Barnaheiminum, sigur Finn Larsen.


Men skal tónleikur gerast ein partur av gerandisdegnum hjá børnum og ungum á Føroya Barnaheimi, er neyðugt, at ymisk ljóðføri eru tøk. Tí skipar Johan Ásmundsson fyri stuðulstiltaki og konsert á Østrøm leygardagin. Pengarnir, sum koma inn skulu brúkast til at keypa ljóðføri fyri.


Lena Andersen, Jens Marni Hansen, Lea Kampmann og Kristina Bærendsen hava konsert á Østrøm leygarkvøldið klokkan 08.00.
 

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, tema um trygd á arbeiðsplássinum, tannrøktarin
18-04-2024
Veðrið, eldraleikir, Sansa Føroyar, á Dungasandi
18-04-2024
Veðrið, javnstøða, 5G
15-04-2024
Veðrið, dýr atgongumerki, stuðulskonsert, nýggjur sangur
11-04-2024
Veðrið, fartelefonir í skúlunum, umhvørvisangist, serfrøðingur um spiral
10-04-2024
Veðrið, kelidjór og sorg, samskiftisavbjóðingar, nýggjur skannari á LS
09-04-2024
Veðrið, føroysk ross, ferðavinna
08-04-2024
Veðrið, kapping, hondbóltsskaði og blues tónleikur
05-04-2024
Veðrið, Mett fyri minni, talgildur lesiingur, lívssøgur
04-04-2024
Veðrið, sethúsamarknaður og bústaðarbyrða, landsdystur í hondbólti, gartnari
03-04-2024
Veðrið, neurlogiskar sjúkur hjá børnum, summarlega hjá Reyða krossi og føroyskir mentanardagar í New York
02-04-2024