- Tíðindi, mentan og ítróttur
Góðan morgun Føroyar
Lýsa eftir akademiskari arbeiðsmegi
29-04-2016
Helst er talan um størstu eftirlýsing eftir akademiskari arbeiðsmegi í einum, nú Glasir søkir eftir undirvísarum til 26 ymsar lærugreinar
Bogi Bech Jensen, stjóri á Glasi, leitar eftir undirvísarum til ikki færri enn 26 ymsar lærugreinar, nú fakligi hornasteinurin undir nýggja miðnámsskúlanum í Havn verður lagdur. Umsóknin skal latast inn talgilt. Og so er tað ein fyrimunur hjá teimum, ið søkja, at tey hava royndir úr eitt nú vinnulívinum og embætisverkinum ella hava øðrvísi royndir ella útbúgving.
Bogi Bech Jensen var í í Góðan morgun Føroyum í morgun.
Góðan morgun Føroyar
Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.
Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500
Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Hanus Kjølbro, Eivør, Leif Hansen, Hanne Marit Modal Iversen, og Erna Lava Olsen
27-03-2024
Veðrið, slipsið hjá Williami Heinesen, sangleikurin 'Vakurleikin & Beistið"
14-03-2024
Veðrið, ársins sjúkrarøktarfrøðingur, Terji Rasmussen og ein nýggjur sangur, bókaútsøla og javnstøða í fótbólti eru evnini hesa ferð
12-03-2024