Ervi

Lambaspræni - Prince til minnis
30-04-2016
Minnisløta fyri Prince, sum andaðist 21. apríl, bara 57 ára gamal. Fróði Løkságarð og Uni L. Hansen eru vertir

Tríggir tímar við tónleiki hjá Prince og hugleiðingum og práti um hetta tónlistarliga flogvit, ið varð tikið frá okkum alt ov tíðliga.

Prince gjørdi ein sang, sum æt "Sometimes It Snows In April". Á føroyskum er tað lambaspræni: Ilsligt verður (kavi, regn, vindur) um várið, tá ið lembingin er fyri, so lomb doyggja.

Prince doyði í apríl. 

Samrøður við Óla Poulsen, Joel Cole, Jade Tittle, Kára Jacobsen, Knút Háberg Eysturstein og ikki minst Róin Siggertsson, ella RoWan, ið tulkar "Puple Rain" hjá Prince. 

Ervi

Ervi eru sendingar til heiðurs fyri kend og slóðbrótandi tónlistafólk, sum eru deyð.
20. oktober hevði Tom Petty fylt 70 ár, meðan tað 2. oktober vóru trý ár síðani hann andaðist. Gott høvi at heiðra hendan stóra tónlistamann.
27-10-2020
6. oktober 2020 andaðist oddamaðurin í heimskenda rokkbólkinum Van Halen, Eddie van Halen, 65 ár. Í tríggjar tímar minnast vit hesa gittarlegendu.
12-10-2020
Útvarpssending til heiðurs fyri tónlistamannin George Michael, ið andaðist jóladag einans 53 ára gamal.
28-12-2016
Minnissending um kanadiska sangaran, sangskrivaran og yrkjaran Leonard Cohen, ið andaðist mánakvøldið 82 ára gamal.
12-11-2016
Minnisløta fyri Prince, sum andaðist 21. apríl, bara 57 ára gamal. Fróði Løkságarð og Uni L. Hansen eru vertir
30-04-2016
Heiðurssending fyri David Bowie, ið andaðist 10. januar, 69 ára gamal. Prát, hugleiðingar og nógvur tónleikur
15-01-2016
Sending til heiðurs fyri Lemmy og Motorhead. Høgni Djurhuus og Uni Leitisstein Hansen eru vertir
09-01-2016