Góðan morgun Føroyar

- Hetta er ringt at skilja
02-05-2016
Tað sigur Bjørn Patursson, fyristøðumaður í Koltri, nú ein hagaær hevur lembt heili fýra lomb

Koltur hevur egnan vanga á Facebook, ið er at síggja her.

Har skrivar Bjørn Patursson soleiðis um hendingina:

- Tá eg var í haganum helt eg meg síggja eina ær sum hevði lembt trý. Men hon var so mikið langt burtur, at eg helt, at tað mátti helst vera ein steinur, sum lá tætt við, har hon hevði lembt. Men so við eitt sá eg tað týðiligari, jú mín sann ein trílemba! Tað er hent eina ferð fyrr, síðan vit komu higar í 1994. Tá ið eg var komin til hús, mátti eg niðan aftur at kanna málið, um tað veruliga var talan um trý lomb. Og eg gjørdist ikki sørt skakkur, tá eg varnaðist, at tað, sum eg hevði hildið vera okkurt svart, ein steinur ella tílíkt við kikaranum, var tvey lomb, sum lógu í trunka og vermdu hvørt annað.

Tá eg nærkaðist, skumpaði ærin undir lombini, og har stóðu ikki minni enn fýra lomb og vinglaðu á sekstan beinum.

Talan er um eina heilt vanliga hagaær, sum aldrin so mikið sum hevur luktað til hoyggj – enn minni kraftfóður, men hevur gingið úti í haganum alt sítt lív.

Spurningurin, um hon megnar at fáa lombini undan, er ein heilt annar, og tí ivist eg stórliga í.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, Tróndur Patursson, Toni Dam, John Kjær, Sølvá J. Joensen
24-04-2024
Veðrið, FC Hoyvík, Jens Thorolf Nolsøe Dam, Yppa, fiskikapping
23-04-2024
Veðrið, Tjóðskjalasavnið og tey 17 heimsmálini hjá ST á bókasøvnunum
22-04-2024
Veðrið, kapping, Nólsoyarstova, MC-gudstænasta
19-04-2024
Veðrið, eldraleikir, Sansa Føroyar, á Dungasandi
18-04-2024
Veðrið, tema um trygd á arbeiðsplássinum, tannrøktarin
17-04-2024
Veðrið, trygd í psykiatriini, nýggj útvarpssending, Suðuroyggjar og Grøni háskúlin
16-04-2024
Veðrið, javnstøða, 5G
15-04-2024
Veðrið, dýr atgongumerki, stuðulskonsert, nýggjur sangur
11-04-2024
Veðrið, fartelefonir í skúlunum, umhvørvisangist, serfrøðingur um spiral
10-04-2024
Veðrið, kelidjór og sorg, samskiftisavbjóðingar, nýggjur skannari á LS
09-04-2024