Góðan morgun Føroyar

Milliónirnar geva vinnarunum svøvnleysar nætur
03-05-2016
- Fólk, sum brádliga hava nógvar pengar um hendi, blíva ofta ørkymlað og vita ikki, hvat tey skulu gera við pengarnar, sigur millionerráðgevi

Vit frættu í gjár, at spælifyritøkan Danske Spil hevði funnið føroyska vinnaran av stóra Lotto-vinninginum, sum er 27 milliónir krónur. Í tí sambandi bleiv nevnt, at ynskir føroyingurin tað, so kann viðkomandi fáa hjálp frá einum sokallaðum millionerráðgeva -ein ráðgevi, sum skal hjálpa og vegleiða hepna vinnaranum, nú viðkomandi brádliga fær ein ovurstóra peningaupphædd um hendi.


Um so er, at føroyski millionerurin tekur av tilboðnum at práta við ein millionerráðgeva, so kann tað vera, at Harry Aamann kemur til Føroya, tí hann er millionerráðgevi hjá Danske Spil og hevur verið tað seinastu 10 árini.


Sambært honum er rættiliga vanligt, at Lotto-vinnarar vilja ráðføra seg við ein millionerráðgeva.


- Sjálvandi eru tey altíð ovfarin og bilsin, tí brádliga hava tey eina rúgvu av pengum um hendi og kunnu alt tað, tey so mangan einans hava droymt um, sigur Harry Aamann og leggur afturat:


- Tey flestu eru tó rættiliga skilagóð, tá tað snýr seg um at brúka pengarnar. Eitt tað fyrsta, tey hugsa um, tá tey hava vunnið, er ofta, at nú kunnu tey keypa ein nýggjan bil, fara at ferðast, skifta tak og so framvegis, sigur Harry Aamann.


Men sambært millionerráðgevanum kann tað eisini elva til høvuðbrýggj, tá ein persónur knappliga fær ein ovurstóra peningaliga upphædd.


- Vit vita av royndum, at fleiri vinnarar eisini halda, at tað er trupult, tá teir vinna ovurstórar upphæddir, tí hvat skulu tey gera við pengarnar? Eg veit, at mongu milliónirnar mangan geva vinnarunum svøvnleysar nætur, tí brádliga er alt øðrvísi og aðrir trupulleikar enn teir vanligu taka seg upp, sigur Harry Aamann.


Enn veit hann ikki, um hann skal til Føroya at ráðgeva hepna Lotto-vinnaranum.

 

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, tema um trygd á arbeiðsplássinum, tannrøktarin
18-04-2024
Veðrið, eldraleikir, Sansa Føroyar, á Dungasandi
18-04-2024
Veðrið, javnstøða, 5G
15-04-2024
Veðrið, dýr atgongumerki, stuðulskonsert, nýggjur sangur
11-04-2024
Veðrið, fartelefonir í skúlunum, umhvørvisangist, serfrøðingur um spiral
10-04-2024
Veðrið, kelidjór og sorg, samskiftisavbjóðingar, nýggjur skannari á LS
09-04-2024
Veðrið, føroysk ross, ferðavinna
08-04-2024
Veðrið, kapping, hondbóltsskaði og blues tónleikur
05-04-2024
Veðrið, Mett fyri minni, talgildur lesiingur, lívssøgur
04-04-2024
Veðrið, sethúsamarknaður og bústaðarbyrða, landsdystur í hondbólti, gartnari
03-04-2024
Veðrið, neurlogiskar sjúkur hjá børnum, summarlega hjá Reyða krossi og føroyskir mentanardagar í New York
02-04-2024