Bøta um farleiðina til Føroya størsta lundaland

04.05.2016 - 11:17
Lívsstílur
Bøta um farleiðina til Føroya størsta lundaland
Arbeitt verður við at bøta um gøtuna til lundalandið í Mykinesi

Í hesum døgum eru tey í ferð við at gera tað tryggari hjá bæði ferðafólki og lundanum úti í Mykinesi, tí nú verður gøtan, sum gongur gjøgnum lundalandið, umvæld.

 

Hetta er ein gøta, sum nógv ferðafólk ganga á hvørt ár, og nú veðrur hon umvæld, soleiðis at tað verður lættari hjá ferðafólki at ganga út til lundalandið.

 

Somuleiðis fær lundin meira frið, tá gøtan er liðugt umvæld.

 

Tað er Umhvørvisstovan, sum hevur tikið stig til umvælingina av gøtuni, og tað verður gjørt í sambandi við Ramsar-sáttmálan, sum snýr seg um at verja umhvørvi og djóralív.

 

Heini Heinesen hevur saman við øðrum staðið fyri arbeiðinum at umvæla gøtuna.

 

- Gøtan treingir til at umvælast, tí tá tað hevur verið vátt í veðrinum, eru ferðafólk farin at ganga aðrastaðni enn á júst rásini, sum kann blíva heldur runut. Tá verður lundin eisini lættari órógvaður, og tí haldi eg, at vit við tí nýggju gøtuni gera umstøðurnar betri fyri bæði ferðafólk og lundan, sigur Heini Heinesen.  

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Skírishósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585