Góðan morgun Føroyar

Tríggir føroyingar við í Ninja Warrior
23-05-2016
Eitt føroyskt lið ætlar sær at vera við í kendu sjónvarpskappingini, ið snýr seg um at klára eina av heimsins torførastu forðabreytum

- Eg havi altíð ynskt at roynt hasa breytina, og tí meldaði eg meg til. Eg fekk so at vita, at í ár verður kappast í liðum, og tí var eg skjótur at fáa fatur á Biritu Poulsen og Øssuri Debes Eiriksfoss, sum alt fyri eitt vóru klár til at manna føroyska liðið.

Soleiðis sigur Janus Jakobsen, sum saman við Biritu Poulsen og Øssuri Debes Eiriksfoss skal royna seg á tí, sum fleiri vilja vera við, er heimsins torførasta forðabreyt.

Talan er um kendu sjónvarpskappingina, Ninja Warrior, sum í nøkur ár hevur verið at sæð á donsku sjónvarpsrásini, Kanal 5.

Upptøkurnar eru í nakrar dagar í juli, men enn hevur føroyska liðið ikki fingið so nógva kunning.

- Fríggjadagin fekk eg boð frá Kanal 5 um, at vit eru við, men annars vita vit ikki tað stóra um kappingina og upptøkurnar sum heild. Beint nú royna vit at venja og halda okkum í gongd soleiðis, at vit vera klár til kappingina, sigur Janus Jakobsen.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, tema um trygd á arbeiðsplássinum, tannrøktarin
18-04-2024
Veðrið, eldraleikir, Sansa Føroyar, á Dungasandi
18-04-2024
Veðrið, javnstøða, 5G
15-04-2024
Veðrið, dýr atgongumerki, stuðulskonsert, nýggjur sangur
11-04-2024
Veðrið, fartelefonir í skúlunum, umhvørvisangist, serfrøðingur um spiral
10-04-2024
Veðrið, kelidjór og sorg, samskiftisavbjóðingar, nýggjur skannari á LS
09-04-2024
Veðrið, føroysk ross, ferðavinna
08-04-2024
Veðrið, kapping, hondbóltsskaði og blues tónleikur
05-04-2024
Veðrið, Mett fyri minni, talgildur lesiingur, lívssøgur
04-04-2024
Veðrið, sethúsamarknaður og bústaðarbyrða, landsdystur í hondbólti, gartnari
03-04-2024
Veðrið, neurlogiskar sjúkur hjá børnum, summarlega hjá Reyða krossi og føroyskir mentanardagar í New York
02-04-2024