Góðan morgun Føroyar

Sinnisbati leitar eftir persónligum søgum
24-05-2016
Í næstum fer Sinnisbati undir eitt átak, har teimum tørvar hjálp frá almenninginum

Nú fer Sinnisbati at gera nakað heldur øðrvísi fyri at seta fokus á sálarsjúkur, og til tað hava tey brúka fyri hjálp.

- Vit vilja hava fólk, sum sjálv hava sálarsjúku at dragast við, eru maki, avvarðandi ella onkursvegna hava upplivað sálarsjúku, til at skriva sína persónligu søgu til okkara. Ætlanin er síðan, at onkrar av søgunum verða lagdar út á alnetið til almenningin, sigur Laura Apol, næstforkvinna í felagnum.

Sambært forkvinnuni, Súsonnu Olsen, er endamálið við teimum persónligu søgunum at bróta tað tabuið, sum ofta er í sambandi við sálarsjúkur.

- Tey flestu fólkini vita rættiliga nógv um sálarsjúkur, men samstundis eru nógvar søgur um sálarsjúk, sum als ikki eru í samsvari við veruleikan. Og tað ber millum annað í sær, at almenningurin er næstan bangin fyri teimum, sum eru sálarsjúk, tí tey vita ikki, hvussu fólk við sálarligum órógvi eru í veruleikanum, sigur Súsanna Olsen.

Í morgunsendingini fortaldu tær báðar um átakið, og hvussu tú skalt bera teg at, um so er, tú kundi hugsað tær at sent tína søgu inn til Sinnisbata.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Hanus Kjølbro, Eivør, Leif Hansen, Hanne Marit Modal Iversen, og Erna Lava Olsen
27-03-2024
Veðrið, Zakarias Wang, Jens Jákup Hansen og Jónfinn Stenberg
26-03-2024
Hanus Kjølbro, Óluva Klettskarð og Randi Kúrberg
25-03-2024
Veðrið, royking, kapping, Heldarstindur
22-03-2024
Stillavika, kokkakapping, brekumboð
21-03-2024
Veðrið, plantur til matna, móðurmálsdagur, serfrøðingurin
20-03-2024
Nick Carter, veðrið, føroyskt mál, Pippi í SALT, Siloa 100 ár
19-03-2024
Veðrið, samarittar og Sinnibati Ung
18-03-2024
Veðrið, kapping, heimsmeistari í inniróðri, ólavsøkukabarettin
15-03-2024
Veðrið, slipsið hjá Williami Heinesen, sangleikurin 'Vakurleikin & Beistið"
14-03-2024
Hoyr alla sendingina
13-03-2024
Veðrið, ársins sjúkrarøktarfrøðingur, Terji Rasmussen og ein nýggjur sangur, bókaútsøla og javnstøða í fótbólti eru evnini hesa ferð
12-03-2024