Familja í tvístøðu eftir oljuleka

25.05.2016 - 14:39
InnlendisPengar
Familja í tvístøðu eftir oljuleka
Oljufelagið Effo biður fólk í miðbýnum flyta innaftur í húsini eftir ein oljuleka. Familjan kennir seg tó ikki trygga og vil tí ikki flyta innaftur

Oljufelagið Effo vil enda málið um oljulekan í miðbýnum í Havn og biður fólk flyta innaftur í síni sethús. Familjan noktar, tí framvegis veit eingin, um oljan er tikin uppaftur:

Oljufelagið Effo vil ikki longur rinda fyri innivist til eina familju, sum síðst í mars mánaði mátti flyta frá húsi og heimi í miðbýnum í Havn vegna oljuleka í grannahúsum.

Felagið mælir familjuni til at flyta innaftur í síni sethús, og vísir til eina kanning av inniluftini í húsunum.

Familjan, sum síðstu tveir mánaðirnar hevur búð á fimm ymiskum bústøðum í býnum, kennir seg als ikki trygga og vil tí ikki flyta innaftur í húsini.

Oljuluktur er framvegis í húsinum, og enn er ikki kannað, um olja er likin inn á stykkið hjá teimum. Tí standa vit nú á berum, sigur Annika Gregoriussen

Útvarpið royndi týsdagin at fáa samband við Effo fyri at fáa tey at greiða frá, hví tað eftir teirra tykki ikki er neyðugt at gera fleiri kanningar í Magnus Heinasonar gøtu í Havn.

Niels Juel Nattestad, stjóri, sum er tann einasti, sum kann úttala seg vegna felagið, er staddur uttanlands og var tí ikki til at fáa fatur á týsdagin.

Familjan, sum vit hoyrdu í innslagnum, hevur síðstu mánaðirnar verið í sambandi við Heilsufrøðiligu Starvsstovuna, Umhvørvisstovuna og Tórshavnar Kommunu. Men eingin myndugleiki sigur seg kunna gera nakað við málið, tí talan er um privata ogn.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 29. mars
Guðstænasta úr Hvannasunds kirkju
172949
Hósdag 28. mars
Skírhósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584