Góðan morgun Føroyar

Prosentbýtið skal endurskoðast
25-05-2016
- Vit eiga at hyggja eftir prosentbýtinum millum grundupphædd, limatal og aktivitet, og tað arbeiðið byrjar í næstu viku, sigur nýggi ÌSF-forsetin

- Sum heild eru sersambondini ikki ósamd um nýggja lykilin, sum gott nokk byggir á onnur ting enn tann gamli. Nú hevur mann eina grundupphædd, limatal og aktivitet, so mann kann fara at hyggja eftir prosentunum í hesum trimum bólkunum, sigur Elin Heðinsdóttir Joensen, sum fríggjadagin í síðstu viku bleiv vald at vera forseti í Ítróttarsambandinum næstu tvey árini.


Í seinastuni hevur nógv rok verið, um hvussu pengarnir verða býttir millum tey ymisku sersambondini, og sambært nývalda forsetanum í ÍSF skal greiða fáast á hetta málið.


- Ósemjan milum sersambondini snýr seg um, hvør av teimum trimum bólkunum - grundupphæddin, limatalið ella aktivitetur - skal viga meir. Eg haldi tað er týdningarmikið at lurta eftir sersambondunum, og tí byrja vit longu í næstu viku at tosa við tey, sigur Elin Heðinsdóttir Joensen.


Í morgunsendingini fortaldi nýggi forsetin millum annað um, hvørjar stórar avbjóðingarnar eru fyri framman í Ítróttarsambandinum, og hvussu tað kemur at merkjast, at júst hon er vald sum forseti.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Hanus Kjølbro, Eivør, Leif Hansen, Hanne Marit Modal Iversen, og Erna Lava Olsen
27-03-2024
Veðrið, Zakarias Wang, Jens Jákup Hansen og Jónfinn Stenberg
26-03-2024
Hanus Kjølbro, Óluva Klettskarð og Randi Kúrberg
25-03-2024
Veðrið, royking, kapping, Heldarstindur
22-03-2024
Stillavika, kokkakapping, brekumboð
21-03-2024
Veðrið, plantur til matna, móðurmálsdagur, serfrøðingurin
20-03-2024
Nick Carter, veðrið, føroyskt mál, Pippi í SALT, Siloa 100 ár
19-03-2024
Veðrið, samarittar og Sinnibati Ung
18-03-2024
Veðrið, kapping, heimsmeistari í inniróðri, ólavsøkukabarettin
15-03-2024
Veðrið, slipsið hjá Williami Heinesen, sangleikurin 'Vakurleikin & Beistið"
14-03-2024
Hoyr alla sendingina
13-03-2024
Veðrið, ársins sjúkrarøktarfrøðingur, Terji Rasmussen og ein nýggjur sangur, bókaútsøla og javnstøða í fótbólti eru evnini hesa ferð
12-03-2024