Góðan morgun Føroyar

Eingin orsøk at ræðast sukur
27-05-2016
Rørir tú teg og etur vanligan, góðan mat, ger tað einki, um tú etur eitt sindur av sukri hvønn dag, sigur Snorri Patursson, kostfrøðingur

- Sukur er hvørki vandamikið ella eitrandi, og eingin fær skaða av at eta eitt sindur av sukri av og á. Tað sigur Snorri Patursson, sum er kostfrøðingur.

Herfyri fortaldu vit í morgunsendingini um tær fleiri enn 500 kvinnurnar, sum hava hildið seg frá øllum sukri í fýra vikur, og nú mánaðurin er um at vera liðugur, siga tær seg hava upplivað fleiri fyrimunir við ikki at eta sukur.

- Sukur- og køkumentanin í Føroyum er sjúk, men tá tað er sagt, snýr tað seg um at finna gylta millumvegin. Sum heild er tað ikki heilsugott at eta nógv sukur hvønn dag, men alt við máta, sigur Snorri Patursson og heldur fram:

- Rørir tú teg og etur vanligan, góðan mat, ger tað einki, um tú etur eitt sindur av sukri hvønn dag. Tað, sum eg haldi er umráðandi at hugsa um, eru nøgdirnar og góðskan. Og tí haldi eg ikki, at tað er eitt gott hugskot at eta light-vørur ella sokallaðar sukurfríar vørur, tá tú vilt hugna tær og eta okkurt, sum smakkar søtt, sigur Snorri Patursson.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, Tróndur Patursson, Toni Dam, John Kjær, Sølvá J. Joensen
24-04-2024
Veðrið, FC Hoyvík, Jens Thorolf Nolsøe Dam, Yppa, fiskikapping
23-04-2024
Veðrið, Tjóðskjalasavnið og tey 17 heimsmálini hjá ST á bókasøvnunum
22-04-2024
Veðrið, kapping, Nólsoyarstova, MC-gudstænasta
19-04-2024
Veðrið, eldraleikir, Sansa Føroyar, á Dungasandi
18-04-2024
Veðrið, tema um trygd á arbeiðsplássinum, tannrøktarin
17-04-2024
Veðrið, trygd í psykiatriini, nýggj útvarpssending, Suðuroyggjar og Grøni háskúlin
16-04-2024
Veðrið, javnstøða, 5G
15-04-2024
Veðrið, dýr atgongumerki, stuðulskonsert, nýggjur sangur
11-04-2024
Veðrið, fartelefonir í skúlunum, umhvørvisangist, serfrøðingur um spiral
10-04-2024
Veðrið, kelidjór og sorg, samskiftisavbjóðingar, nýggjur skannari á LS
09-04-2024