Góðan morgun Føroyar

Hugskot hjá René vert hálva millión evrur
27-05-2016
René Bischoff hevur saman við sjey øðrum í fyritøkuni Pleo.io vunnið 500.000 evrur í kappingini, Pioneer of the Year

Hetta er árliga kapping fyri nýggjar fyritøkur. 3000 fyritøkur høvdu meldað seg til kappingina. Síðan vórðu 500 valdar út, áðrenn 430 vórðu sáldaðar frá. At enda vóru bara sjey fyritøkur eftir, sum kappaðust um at vinna.

Fyritøkan Pleo, sum René Bischoff hevur saman við fimm øðrum, vann. Tey hava ment eina kt-loysn, sum ger tað munandi lættari hjá einari fyritøku at stýra og skjalprógva allar útreiðslur, sum ein fyritøka kann hugsast at hava.

Heilt stutt sparir teirra hugskot eina rúgvu av umsiting og bókhaldi.

Hetta er fyrstu ferð, at ein donsk fyritøka vinnur kappingina. 93 lond vóru við í ár.

René Bischoff er softwarearkitektur í fyritøkuni. Hann er sjálvsagt ovurfegin um vinningin, tí hetta gevur teimum møguleika at gera hugskot til veruleika.

Les meira um pleo.io her.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, FC Hoyvík, Jens Thorolf Nolsøe Dam, Yppa, fiskikapping
23-04-2024
Veðrið, Tjóðskjalasavnið og tey 17 heimsmálini hjá ST á bókasøvnunum
22-04-2024
Veðrið, kapping, Nólsoyarstova, MC-gudstænasta
19-04-2024
Veðrið, eldraleikir, Sansa Føroyar, á Dungasandi
18-04-2024
Veðrið, tema um trygd á arbeiðsplássinum, tannrøktarin
17-04-2024
Veðrið, trygd í psykiatriini, nýggj útvarpssending, Suðuroyggjar og Grøni háskúlin
16-04-2024
Veðrið, javnstøða, 5G
15-04-2024
Veðrið, dýr atgongumerki, stuðulskonsert, nýggjur sangur
11-04-2024
Veðrið, fartelefonir í skúlunum, umhvørvisangist, serfrøðingur um spiral
10-04-2024
Veðrið, kelidjór og sorg, samskiftisavbjóðingar, nýggjur skannari á LS
09-04-2024
Veðrið, føroysk ross, ferðavinna
08-04-2024