Góðan morgun Føroyar

Mánaðurin við ongum sukri er av
27-05-2016
- Eg havi merkt fleiri fyrimunir við ikki at eta sukur í ein mánað, men eg gleði meg at liva sum vanligt aftur, sigur Sólja F. Jóanisdóttir

Herfyri fortaldu vit um nýggju dilluna, har væl fleiri enn 500 kvinnur høvdu avgjørt ikki at eta nakað sukur allan mai mánað.

Mai er nú um av vera liðugur, men hvussu hevur gingist hesum kvinnunum ein heilan mánað við ongum sukri?

Ein fortaldi í morgunsendingini í morgun, hvussu hon hevur upplivað seinastu fýra vikurnar.

- Eg havi lagt merki til, at eg sovi betur, havi fingið penari húð, og so smakkar allur matur og eisini frukt betur, enn tað plagdi, sigur Sólja F. Jóanisdóttir.

Hon dylir tó ikki fyri, at hon fegnast um, at mánaðurin við ongum sukri er um at vera liðugur.

- Eg gleði meg til hetta er yvirstaðið, og tað verður deiligt at liva sum vanligt aftur. Eg haldi, at henda avbjóðingin hevur verið rættiliga strævin, eitt nú tá mann skal út til fólk, sigur Sólja F. Jóanisdóttir.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, Tróndur Patursson, Toni Dam, John Kjær, Sølvá J. Joensen
24-04-2024
Veðrið, FC Hoyvík, Jens Thorolf Nolsøe Dam, Yppa, fiskikapping
23-04-2024
Veðrið, Tjóðskjalasavnið og tey 17 heimsmálini hjá ST á bókasøvnunum
22-04-2024
Veðrið, kapping, Nólsoyarstova, MC-gudstænasta
19-04-2024
Veðrið, eldraleikir, Sansa Føroyar, á Dungasandi
18-04-2024
Veðrið, tema um trygd á arbeiðsplássinum, tannrøktarin
17-04-2024
Veðrið, trygd í psykiatriini, nýggj útvarpssending, Suðuroyggjar og Grøni háskúlin
16-04-2024
Veðrið, javnstøða, 5G
15-04-2024
Veðrið, dýr atgongumerki, stuðulskonsert, nýggjur sangur
11-04-2024
Veðrið, fartelefonir í skúlunum, umhvørvisangist, serfrøðingur um spiral
10-04-2024
Veðrið, kelidjór og sorg, samskiftisavbjóðingar, nýggjur skannari á LS
09-04-2024