Góðan morgun Føroyar

Tarzanpápar og mammumammur í Nesvík
10-06-2016
Hetta er yvirskriftin á tiltaki, sum Javni fer at hava í Nesvík. Tað er ætlað barnafamiljum við børnum, ið bera eitthvørt brek

Morgunsendingin skiftir orð við Fíu Petersen, ið er dagligur leiðari hjá Javna.

Um tiltakið sigur Javni:

Hjá barnafamiljum er tað mangan strævið at fáa gerandisdagin at hanga saman, og tað eru nógvir brikkar, ið skulu liggja rætt.

Um eitt av børnunum so harafturat ber brek, kann tað vera, at fleiri onnur viðurskifti leggjast afturat vanliga hektiska gerandisdegnum. Hvussu fáa vit tíðina at røkka, og hvaðani fáa vit orkuna til at fáa alt at ganga upp? Hvat hjálp er at fáa, og hvussu gera vit? Hvussu kunnu vit skipa uppgávurnar, soleiðis at familjan kemur best ígjøgnum?

Hesar og fleiri aðrar viðkomandi spurningar fara Súsanna Holm og Ragnhild Dahl, ið báðar hava drúgvar royndir við at arbeiða við familjum við serligum avbjóðingum, at viðgera í sínum uppleggi.

Fokus verður sett á, hvat ein familja við serligum avbjóðingum kann renna seg inn í, og hvussu familjan klárar seg gjøgnum stundum truplar støður.

Umboð fyri foreldrastuðulsbólkin hjá Javna fer eisini at hava upplegg um spurningar, sum eru felags fyri foreldur, ið fáa at vita, at barn teirra hevur eitt brek.

Tað er ein sannroynd, at flest øll foreldur uppliva sterkar kenslur og eina ørgrynnu av spurningum, tá barn teirra fær staðfest eitt brek.

Komi eg yvir skelkin? Hvat bjóðar framtíðin? Megna vit uppgávuna? Hvat, tá barnið skal í vøggustovu/barnagarð/skúla? Og hvussu, tá fólkaskúlin er liðugur? Arbeiði? Bústaður? Umlætting?

Men hóast allar tankarnar, ekkan og spurningarnar fyrstu tíðina, so kann íkomna støðan hjá familjuni brúkast positivt. Lívið í jungluni er kanska øðrvísi, men tað nýtist ikki at vera verri.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, tema um trygd á arbeiðsplássinum, tannrøktarin
18-04-2024
Veðrið, eldraleikir, Sansa Føroyar, á Dungasandi
18-04-2024
Veðrið, javnstøða, 5G
15-04-2024
Veðrið, dýr atgongumerki, stuðulskonsert, nýggjur sangur
11-04-2024
Veðrið, fartelefonir í skúlunum, umhvørvisangist, serfrøðingur um spiral
10-04-2024
Veðrið, kelidjór og sorg, samskiftisavbjóðingar, nýggjur skannari á LS
09-04-2024
Veðrið, føroysk ross, ferðavinna
08-04-2024
Veðrið, kapping, hondbóltsskaði og blues tónleikur
05-04-2024
Veðrið, Mett fyri minni, talgildur lesiingur, lívssøgur
04-04-2024
Veðrið, sethúsamarknaður og bústaðarbyrða, landsdystur í hondbólti, gartnari
03-04-2024
Veðrið, neurlogiskar sjúkur hjá børnum, summarlega hjá Reyða krossi og føroyskir mentanardagar í New York
02-04-2024