Góðan morgun Føroyar

Hevur hjálpt drotningini í 32 ár
13-06-2016
Tað var ein kensluborin løta, tá Margretha drotning handaði mær Riddarakrossin, sigur Lisbeth Solmunde Michelsen, prestur con amore

Tá Margretha Drotning nú er á vitjan í Føroyum, skal hon í Løgtingið í morgin, og har skal hon halda talu. Sum vanligt er, so er ein partur av taluni, tann seinasti parturin, altíð á góðum føroyskum.

Seinastu 32 árini hevur føroyski presturin, Lisberth Solmunde Michelsen, sum hevur starvast sum prestur í Aalborg í nógv ár, hjálpt drotningini við føroysku úttaluni og týtt henda umleið seinasta triðingin av taluni til føroyskt.

Mikudagin heiðraði Margretha drotning Lisbeth Solmunde Michelsen fyri hennara drúgva starv í kongshúsinum og sanniliga eisini fyri tað arbeiði, Lisbeth hevur gjørt millum føroyingar i Danmark.

Morgunsendingin tosar við Lisbeth Solmunde Michelsen.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, kapping, Nólsoyarstova, MC-gudstænasta
19-04-2024
Veðrið, tema um trygd á arbeiðsplássinum, tannrøktarin
18-04-2024
Veðrið, eldraleikir, Sansa Føroyar, á Dungasandi
18-04-2024
Veðrið, javnstøða, 5G
15-04-2024
Veðrið, dýr atgongumerki, stuðulskonsert, nýggjur sangur
11-04-2024
Veðrið, fartelefonir í skúlunum, umhvørvisangist, serfrøðingur um spiral
10-04-2024
Veðrið, kelidjór og sorg, samskiftisavbjóðingar, nýggjur skannari á LS
09-04-2024
Veðrið, føroysk ross, ferðavinna
08-04-2024
Veðrið, kapping, hondbóltsskaði og blues tónleikur
05-04-2024
Veðrið, Mett fyri minni, talgildur lesiingur, lívssøgur
04-04-2024
Veðrið, sethúsamarknaður og bústaðarbyrða, landsdystur í hondbólti, gartnari
03-04-2024