Góðan morgun Føroyar

Eivør og Playstation í samstarv
15-06-2016
Sony heitti á Eivør um at syngja og spæla á einum stórum tiltaki í Los Angeles hjá fyritøkuni, sum eigur Playstation

Eivør hevur av sonnum undanvind í løtuni. Í fjør komu tvær fløgur út, umframt at Eivør legði rødd til eyðkennislag hjá BBC-sjónvarpsrøðini, The Last Kingdom.

Fyrr í ár gav songkvinnan út fløgu saman við DR Big Band og DR VokalEnsamble. Síðan fekk hon trý ára starvsløn, og um dagarnar var aftur nýtt at frætta frá Eivør – hesaferð tí hon er í Los Angeles, har Sony hevur heitt á hana um at syngja á einum stórum tiltaki í sambandi, at teir sýna alt tað nýggjasta fram, sum hevur við Playstation og telduspøl at gera.

Eivør sang og spældi á eyðkendu trummuna saman við einum stórum symfoniorkestri, sum Bear McCreary stjórnaði. Hann hevur gjørt tónleik til eitt nú Black Sails og Outlander.

Sí framførsluna hjá Eivør í Los Angels fyri Sony á E3 Press Conference her, tá hon sang og spældi við á eyðkennislagnum fyri spælið, God of War.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, kapping, Nólsoyarstova, MC-gudstænasta
19-04-2024
Veðrið, tema um trygd á arbeiðsplássinum, tannrøktarin
18-04-2024
Veðrið, eldraleikir, Sansa Føroyar, á Dungasandi
18-04-2024
Veðrið, javnstøða, 5G
15-04-2024
Veðrið, dýr atgongumerki, stuðulskonsert, nýggjur sangur
11-04-2024
Veðrið, fartelefonir í skúlunum, umhvørvisangist, serfrøðingur um spiral
10-04-2024
Veðrið, kelidjór og sorg, samskiftisavbjóðingar, nýggjur skannari á LS
09-04-2024
Veðrið, føroysk ross, ferðavinna
08-04-2024
Veðrið, kapping, hondbóltsskaði og blues tónleikur
05-04-2024
Veðrið, Mett fyri minni, talgildur lesiingur, lívssøgur
04-04-2024
Veðrið, sethúsamarknaður og bústaðarbyrða, landsdystur í hondbólti, gartnari
03-04-2024