- Tíðindi, mentan og ítróttur
Góðan morgun Føroyar
Mikines, Ingálvur, Zacharias og øll hini
15-06-2016
Listaskálin í Havn bjóðar Summarkvøld við list. Annaðhvørt mikukvøld listarundferð og annaðhvørt við tónleiki, sigur Solveig Hanusardóttir
Tað verður gingið um alt savnið at vísa føstu framsýningina, og síðan verður farið innar í Skálan, har serlig framsýning er við listaverkum hjá Anker Mortensen. Anker Mortensen kallar framsýningina "Tað andaliga í málningunum".
Annaðhvørt mikukvøld verður tónleikur á skránni, og hetta er í sambandi við Summartónar. Mikukvøldið 22. juni verður lagt fyri við Blue Coat Brass Band, sigur Solveig Hanusardóttir, savnsumsjónarfólk.
Annars er meiri at lesa um framsýningarnar og tónleikaskránna á heimasíðuni www.art.fo
Góðan morgun Føroyar
Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.
Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500
Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Hanus Kjølbro, Eivør, Leif Hansen, Hanne Marit Modal Iversen, og Erna Lava Olsen
27-03-2024
Veðrið, slipsið hjá Williami Heinesen, sangleikurin 'Vakurleikin & Beistið"
14-03-2024
Veðrið, ársins sjúkrarøktarfrøðingur, Terji Rasmussen og ein nýggjur sangur, bókaútsøla og javnstøða í fótbólti eru evnini hesa ferð
12-03-2024