Góðan morgun Føroyar

Happari og tann happaða eru í dag bestu vinir
16-06-2016
Grátur, klemm og umberingar vóru kosturin til, at tær blivu bestu vinkonur, siga Rannvá Álaberg, sum tann happaða, og Rakul Dalsgaard, sum happari

- Tað var ikki altíð stuttligt at koma í skúla, tí eg visti at okkurt fór at henda, men ikki hvat, sigur Rannvá Álaberg, sum í átta ár mátti finna seg í at blíva happað av øllum flokkinum.

Serliga ringt var, tá Rakul hevði avgjørt, at eingin í flokkinum skuldi tosa við Rannvá. - Tøgnin var tað ringasta. Hvat finna tey nú uppá, hugsaði Rannvá.

Rakul er í dag ikki serliga errin av tí, hon gjørdi, og er glað fyri, at tær hava tosað um tíðina sum var, og hava fingið alt upp á pláss og í dag kunnu kalla seg bestu vinkonur. Rannvá Álaberg og Rakul Dalsgaard eru í útvarpsstovuni.

Í kvøld skulu tær hava fyrilestur um happing í ungdómshúsinum "Staðnum" í Vestmanna. Fyrilesturin verður í kvøld klokkan 20.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, FC Hoyvík, Jens Thorolf Nolsøe Dam, Yppa, fiskikapping
23-04-2024
Veðrið, Tjóðskjalasavnið og tey 17 heimsmálini hjá ST á bókasøvnunum
22-04-2024
Veðrið, kapping, Nólsoyarstova, MC-gudstænasta
19-04-2024
Veðrið, eldraleikir, Sansa Føroyar, á Dungasandi
18-04-2024
Veðrið, tema um trygd á arbeiðsplássinum, tannrøktarin
17-04-2024
Veðrið, trygd í psykiatriini, nýggj útvarpssending, Suðuroyggjar og Grøni háskúlin
16-04-2024
Veðrið, javnstøða, 5G
15-04-2024
Veðrið, dýr atgongumerki, stuðulskonsert, nýggjur sangur
11-04-2024
Veðrið, fartelefonir í skúlunum, umhvørvisangist, serfrøðingur um spiral
10-04-2024
Veðrið, kelidjór og sorg, samskiftisavbjóðingar, nýggjur skannari á LS
09-04-2024
Veðrið, føroysk ross, ferðavinna
08-04-2024