Góðan morgun Føroyar

Trio Ovis beinleiðis í Summarmorgni
29-06-2016
Í Trio Ovis eru ljóðførini, trompet, trombon og saksofon. Hetta er kanska einasta samanseting av hesum slag í verðini

Tað serstaka við Trio Ovis er blandingin av træblásara og messingljóðførum. Við hesari nýggju samanseting ber til at finna fram til nýggj ljóð, og trioin arbeiðir við at finna síni egnu livandi ljómaløg. Áhoyrarin kann tí vænta at fáa eina heilt øðrvísi uppliving.

Trio Ovis byrjaði á Jyska Musikkonservatoriinum í Aarhus, tá íð tríggir tónleikarar vildu finna nýggjar leiðir í tí klassiska kamartónleikinum.

Trio Ovis er mannað við Kristina Thede Johansen, Hoyvík, saksofon, Mariu Wang Reinert, Kaldbak, trombon og Sofie Brems Sørensen, Viborg, trompet. Meginparturin av Trio Ovis er úr Føroyum (Kristina og Maria), og er tað tí einki løgið, at trioin hevur fingið navnið Trio Ovis. Ovis er latín og merkir seyður.

Í fjør varð Trio Ovis boðin at spæla áSummartónum 2016, og har hava tær tríggjar konsertir. Í sambandi við at Summartónar hava 25 ára hald í ár, varð avgjørt, at allar konsertir skuldu vera við føroyskum tónleiki. Til hesar konsertirnar hava tær fingið fýra tónaskøld at skriva nýggj stykki, og trý at útseta eldri verk hjá teimum til samansetingina.

Verk hjá Arnold Ludvig, Heðin Ziska Davidsen, Kim Kristensen og Sámal Jákup Jakobsen verða spæld fyrstu ferð. Harafturat verða útsetingarnar av verkum hjá Atla K. Petersen, Kára Bæk og Kristian Blak spæld fyrstu ferð.

Kirkjukonsertir:

Á kirkjukonsertunum er skráin ein onnur. Trio Ovis leggur dent á at spæla norðurlenskan tónleik. Skráin fevnir m.a. um verk hjá hjá Edvard Grieg, Carl Nielsen, H.J. Højgaard, O. Waagstein og Elini Brimheim Heinesen.

Av tí at samansetingin av ljóðførunum ikki er siðbundin hevur trioin sjálv útsett flestu stykkini til hesar konsertirnar.

Konsertirnar á Summartónum eru:

2. juli í Havnar kirkju kl. 11.30 (ókeypis)

3. juli í Hotel Skálavík kl. 19.30 (50 kr.)

4. juli á Steinprenti kl. 20.00 (50 kr.)

Kirkjukonsertirnar eru:

28. juni í Hoyvíkar kirkju kl. 19.30 (ókeypis)

29. juni í Kunoyar kirkju kl. 17.00 (ókeypis)

5. juli í Kaldbaks kirkju kl. 19.30 (ókeypis)

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, Tróndur Patursson, Toni Dam, John Kjær, Sølvá J. Joensen
24-04-2024
Veðrið, FC Hoyvík, Jens Thorolf Nolsøe Dam, Yppa, fiskikapping
23-04-2024
Veðrið, Tjóðskjalasavnið og tey 17 heimsmálini hjá ST á bókasøvnunum
22-04-2024
Veðrið, kapping, Nólsoyarstova, MC-gudstænasta
19-04-2024
Veðrið, eldraleikir, Sansa Føroyar, á Dungasandi
18-04-2024
Veðrið, tema um trygd á arbeiðsplássinum, tannrøktarin
17-04-2024
Veðrið, trygd í psykiatriini, nýggj útvarpssending, Suðuroyggjar og Grøni háskúlin
16-04-2024
Veðrið, javnstøða, 5G
15-04-2024
Veðrið, dýr atgongumerki, stuðulskonsert, nýggjur sangur
11-04-2024
Veðrið, fartelefonir í skúlunum, umhvørvisangist, serfrøðingur um spiral
10-04-2024
Veðrið, kelidjór og sorg, samskiftisavbjóðingar, nýggjur skannari á LS
09-04-2024