- Sirið skuldi havt tikið loyvið aftur beinanvegin

12.08.2016 - 15:27
AktueltPolitikkur
- Sirið skuldi havt tikið loyvið aftur beinanvegin
Sirið Stenberg skuldi havt tikið loyvið aftur beinanvegin, ætlaði hon ikki at góðkenna havnaútbyggingina, sigur Jógvan Páll Lassen, advokatur
Mynd: © Savnsmynd  
 
 

Tak niður

Landsstýriskvinnan í innlendismálum gjørdi ikki vart við seg, tá ið hon á einum tíðindaportali varnaðist, at eitt av hennara embætisfólkum hevði givið grønt ljós fyri havnaútbyggingini uttan hennara samtykki tann 30. juni.

Sirið Stenberg bíðaði heldur í nakrar dagar, men tá vendist ikki aftur, fekk hon at vita frá embætisfólkunum í aðalráðnum. Hesi løgfrøðiligu ráðini frá umsitingini eru púra bein, sigur Jógvan Páll Lassen, advokatur.

Landsstýriskvinnan segði við útvarpið í gjár, at hon kundi hugsað sær at kanna málið gjøllari, áðrenn hon gav Tórshavnar kommunu loyvi at byggja út.

Jógvan Páll Lassen ivast í, um hetta yvirhøvur hevði verið ein haldbar grundgeving fyri at taka loyvið aftur.

 
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 18. juli
Summartímin mikudagin 18. juli
83468
Mikudag 18. juli
Summartímin týsdagin 17. juli
83453
Mikudag 18. juli
Morgunlestur mikudagin 18. juli 2018
82858
Týsdag 17. juli
Ein dreymaferia í Nashville
82844
Týsdag 17. juli
Morgunlestur týsdagin 17. juli 2018
82857
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 14. juli
Video: Vestanstevna 2018, 10mf
83337
Leygardag 14. juli
Video: Vestanstevna 2018, 5mf kvinnur
83336
Leygardag 14. juli
Video: Vestanstevna 2018, 8mf
83335
Leygardag 14. juli
Video: Vestanstevna 2018, 6mf menn
83334
Leygardag 14. juli
Video: Vestanstevna 2018, 5mf dreingir
83333