Higartil óhoyrt: Petur Mohr Dam valdur til løgmann

23.09.2016 - 12:03
Lívsstílur
Higartil óhoyrt: Petur Mohr Dam valdur til løgmann
Savnsgull í Kringvarpinum er - mest sum av óvart - komið fram á eina upptøku, tá Petur Mohr Dam varð valdur til løgmann 8. januar í 1959

Savnsgull er komið fram á eina gamla upptøku frá tingfundinum sum var tann 8. januar 1959, har dagsskráin var val av løgmanni.

Hetta er løgmansvalið eftir løgtingsvalið 8. november 1958 og verður Petur Mohr Dam valdur til løgmann. Hetta var fyrstu ferð, at løgmansval verður sent beinleiðis í Útvarp Føroya.

Tað vóru tvey uppskot til løgmann, Petur Mohr Dam og Hanus við Høgadalsá, og atkvøtt varð við seðlum.

Løgtingsformaðurin, Jákup Fredrik Øregaard, lesur atkvøðurnar upp og vit hoyra ein nývaldan tingmann, Jákup Lindenskov, lesa úrslitið upp.

Jákup var fyrsti tingskrivari tá. Petur Mohr Dam varð valdur við 17 atkvøðum, Hanus við Høgadalsá fekk 7 og 5 vóru blankar. Á bandinum er eisini viðgerð av farloyvisumsókn frá J. H. Danbjørg, sum søkir farloyvi vegna sjúku.

Vit hoyra málið á sambandsmanninum á Strondum, Johan Poulsen, sum hevur staðið fyri at kanna valúrslitið, greiða frá og síðani verður atkvøðugreiðsla.

Tað var ikki vanligt hjá útvarpinum tá í tíðini at goyma upptøkur frá tingfundum, trongu fíggjarligu korini hjá útvarpinum gjørdi at bond vórðu nýtt aftur og henda upptøka liggur á bandi aftanfyri kvæðaupptøku í Dansiringinum í Havn.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819