- Tíðindi, mentan og ítróttur
Góðan morgun Føroyar
Ikki bara epli á eplafestivalinum á Sandi
29-09-2016
Úrvalið av mati er stórt, tá eplafestivalurin letur upp leygarmorgunin klokkan 10 í Trøðum heima á Sandi
Ottar í Uttastovu og Eplamamman, sum búgva í Trøðum, hava úr at gera hesar dagar, nú tey fyrireika eplafestivalin, sum verður leygardagin 1. oktober.
Men tað eru sanniliga ikki bara tey bæði sum rokast við eplafestivalin. Fyri at fáa alt at ganga sum tað skal, eru nógv fólk við í fyrireikingunum.
Morgunsendingin hevur verið í Trøðum og vitjað í Uttastovu. Tað eru Ottar og mamman Unni, sum greiða frá.
Góðan morgun Føroyar
Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.
Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500
Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, Tjóðskjalasavnið og tey 17 heimsmálini hjá ST á bókasøvnunum
22-04-2024
Veðrið, trygd í psykiatriini, nýggj útvarpssending, Suðuroyggjar og Grøni háskúlin
16-04-2024
Veðrið, fartelefonir í skúlunum, umhvørvisangist, serfrøðingur um spiral
10-04-2024
Veðrið, kelidjór og sorg, samskiftisavbjóðingar, nýggjur skannari á LS
09-04-2024