Góðan morgun Føroyar

Teitur spælir Poetry & Aeroplanes á palli
29-09-2016
Tað eru fjepparar og fyriskiparar, sum hava heitt á Teit at spæla sína fyrstu altjóða útgávu í heilum líki

Poetry & Aerplanes hjá Teiti var givin út á heimsins størsta plátufelag, Universal, í 2003. Eini 100.000 eintøk vórðu seld av útgávuni, men á stóra plátufelagnum, sum legði nógv fyri í promoveringini av unga føroyinginum, var tað mett sum ein ósigur.

Tó stendur Poetry & Aeroplanes í nógvar mátar sterk í dag. Sangir hava verið brúktir í Hollywoodfilmum, til brúdleyp, nógvar endurútgávur eru á netinum, og hetta var eisini útgávan, sum gjørdi, at John Mayer beyð Teiti at spæla á arena konsertferðum.

Sjálvur er Teitur fegin um útgávuna í dag. Sangirnir ljóða framvegis væl, sigur hann, og tað er ein máti at definera, at útgávan er væleydnað.

Nú, 13 ár eftir útgávudagin, er aftur møguleiki at uppliva Poetry & Aeroplanes á palli.

Spælt verður á Store Vega í Keypmannahavn fríggjakvøldið, 30. september, og í Aarhus leygarkvøldið, 1. oktober.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, kapping, Nólsoyarstova, MC-gudstænasta
19-04-2024
Veðrið, tema um trygd á arbeiðsplássinum, tannrøktarin
18-04-2024
Veðrið, eldraleikir, Sansa Føroyar, á Dungasandi
18-04-2024
Veðrið, javnstøða, 5G
15-04-2024
Veðrið, dýr atgongumerki, stuðulskonsert, nýggjur sangur
11-04-2024
Veðrið, fartelefonir í skúlunum, umhvørvisangist, serfrøðingur um spiral
10-04-2024
Veðrið, kelidjór og sorg, samskiftisavbjóðingar, nýggjur skannari á LS
09-04-2024
Veðrið, føroysk ross, ferðavinna
08-04-2024
Veðrið, kapping, hondbóltsskaði og blues tónleikur
05-04-2024
Veðrið, Mett fyri minni, talgildur lesiingur, lívssøgur
04-04-2024
Veðrið, sethúsamarknaður og bústaðarbyrða, landsdystur í hondbólti, gartnari
03-04-2024