Góðan morgun Føroyar

Markið millum erotikk og stikni í myndlist
07-10-2016
Erotikkur hevur altíð verið í listini. Tað er upp til einstaka hyggjaran at avgera hvat er erotisk list, sigur Solveig H. Olsen, listfrøðingur

Verkið Olympia (1863) av Éduoard Manet(myndin omanfyri), er eitt høvuðsverk í franskari listasøgu, og nógv vitja Musee d?Orsay í París fyri at síggja eyðkenda verkið. Kortini tá tað fyrstu ferð varð sýnt fram í 1865, gjørdust fólk ill og vóru stoytt. Eygnabráið hjá Olympiu varð mett at vera stoytandi og kvinnan at vera ein skøkja. Í dag hevur fatanin av verkinum broytt seg, eins og fatanin um hvat list er hevur broytt seg. Markið millum tað, sum fólk hava andstygd fyri, og tað, sum verður sæð sum eitt stórfingið verk verður støðugt tillagað.

Solveig Hanusardóttir Olsen, listfrøðingur, hevur framløga á Listasavni Føroya sunnudagin 9. oktober kl. 16. Í framløguni verður hugt nærri at hesum markinum.
Morgunsendingin er í Listaskálanum og tosar við Solveig Hanusardóttir Olsen.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, Tróndur Patursson, Toni Dam, John Kjær, Sølvá J. Joensen
24-04-2024
Veðrið, FC Hoyvík, Jens Thorolf Nolsøe Dam, Yppa, fiskikapping
23-04-2024
Veðrið, Tjóðskjalasavnið og tey 17 heimsmálini hjá ST á bókasøvnunum
22-04-2024
Veðrið, kapping, Nólsoyarstova, MC-gudstænasta
19-04-2024
Veðrið, eldraleikir, Sansa Føroyar, á Dungasandi
18-04-2024
Veðrið, tema um trygd á arbeiðsplássinum, tannrøktarin
17-04-2024
Veðrið, trygd í psykiatriini, nýggj útvarpssending, Suðuroyggjar og Grøni háskúlin
16-04-2024
Veðrið, javnstøða, 5G
15-04-2024
Veðrið, dýr atgongumerki, stuðulskonsert, nýggjur sangur
11-04-2024
Veðrið, fartelefonir í skúlunum, umhvørvisangist, serfrøðingur um spiral
10-04-2024
Veðrið, kelidjór og sorg, samskiftisavbjóðingar, nýggjur skannari á LS
09-04-2024