Góðan morgun Føroyar

Eldsálir fingu fyrstu fólkaheilsuvirðislønina
18-10-2016
Dómsnevndin var á einum máli um, at Fólkaheilsuvirðislønin 2016 verður givin undangongukvinnunum Ann Thomsen og Sunnivu Bjarnastein

Í grundgevningini stendur: "Ann Thomsen er forkvinna í Bragdinum og Sunniva Bjarnastein er limur í motiónsbólkinum.

Báðar hesar kvinnur hava ein stóran leiklut í at fáa fólk at røra seg meira. Hetta sæst m.a. aftur í stóru undirtøkuni millum kvinnur úr øllum landinum, sum koma saman til árligu kvinnurenningina, har Bragdið samskipar renningina, gangi ½ maraton og fólkaheilsurenning.

Umframt at skipa fyri rørslutiltøkum í Havnini, so hevur Bragdið eisini stuðlað undir fólkaheilsutiltøkum kring landið í samstarvi við Fólkaheilsuráðið, til frama fyri fólkaheilsuna. Her hava Ann og Sunniva havt týðandi leiklutir.

Arbeitt hevur verið og verður miðvíst árið runt við skipaðum rørslutiltøkum, eisini uttan at talan er um beinleiðis kapping. Fyri ein stóran part er talan um eina kveikingarrørslu til at fáa flest møgulig at røra seg meira. Hetta hevði ikki borið til uttan eldsálir sum Ann og Sunnivu.

Ann og Sunniva hava eisini í fleiri ár skipað fyri rennivenjing fyri kvinnur í øllum aldri, støddum og venjingarstøðu, hvønn hósdag og leygarmorgun í øllum veðrið.

Tey, sum hava innstillað Ann og Sunnivu til at fáa Fólkaheilsuvirðislønina 2016, rósa teimum fyri teirra jaliga lyndi, áræði, áhaldni og fyri at verða góðar í ráðum, tá talan er um rennivenjing."

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, tema um trygd á arbeiðsplássinum, tannrøktarin
18-04-2024
Veðrið, eldraleikir, Sansa Føroyar, á Dungasandi
18-04-2024
Veðrið, javnstøða, 5G
15-04-2024
Veðrið, dýr atgongumerki, stuðulskonsert, nýggjur sangur
11-04-2024
Veðrið, fartelefonir í skúlunum, umhvørvisangist, serfrøðingur um spiral
10-04-2024
Veðrið, kelidjór og sorg, samskiftisavbjóðingar, nýggjur skannari á LS
09-04-2024
Veðrið, føroysk ross, ferðavinna
08-04-2024
Veðrið, kapping, hondbóltsskaði og blues tónleikur
05-04-2024
Veðrið, Mett fyri minni, talgildur lesiingur, lívssøgur
04-04-2024
Veðrið, sethúsamarknaður og bústaðarbyrða, landsdystur í hondbólti, gartnari
03-04-2024
Veðrið, neurlogiskar sjúkur hjá børnum, summarlega hjá Reyða krossi og føroyskir mentanardagar í New York
02-04-2024