Góðan morgun Føroyar

Tórur loypur yvir 15 metrar í trístøkk
25-10-2016
Heri Ziska er venjari hjá Hvirluni, og Tórur Mortensen er partur av bólkinum. Morgunsendingin hittir teir báðar eftir venjing

17 ára gamli Tórur Mortensen er stórtalent í trístøkk. Hann hevur vunnið DM innandura og silvur uttandura - umframt at hann hevur vunnið DM fyri ung.

Næst síðsta vikuskiftið var hann á venjingarlegu við danska úrvalsbólkinum í frælsum ítrótti.

Í hesum bólkinum eru bæði tey, ið luttóku á olympisku leikunum, tey, ið eru á landsliðnum og so tey, sum sýna so góðar dygdir í mun til sín aldur, at Dansk Atletikforbund metir, at tey kunna gera seg galdandi í altjóða kapping næstu árini.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Hanus Kjølbro, Eivør, Leif Hansen, Hanne Marit Modal Iversen, og Erna Lava Olsen
27-03-2024
Veðrið, Zakarias Wang, Jens Jákup Hansen og Jónfinn Stenberg
26-03-2024
Hanus Kjølbro, Óluva Klettskarð og Randi Kúrberg
25-03-2024
Veðrið, royking, kapping, Heldarstindur
22-03-2024
Stillavika, kokkakapping, brekumboð
21-03-2024
Veðrið, plantur til matna, móðurmálsdagur, serfrøðingurin
20-03-2024
Nick Carter, veðrið, føroyskt mál, Pippi í SALT, Siloa 100 ár
19-03-2024
Veðrið, samarittar og Sinnibati Ung
18-03-2024
Veðrið, kapping, heimsmeistari í inniróðri, ólavsøkukabarettin
15-03-2024
Veðrið, slipsið hjá Williami Heinesen, sangleikurin 'Vakurleikin & Beistið"
14-03-2024
Hoyr alla sendingina
13-03-2024
Veðrið, ársins sjúkrarøktarfrøðingur, Terji Rasmussen og ein nýggjur sangur, bókaútsøla og javnstøða í fótbólti eru evnini hesa ferð
12-03-2024