Góðan morgun Føroyar

Tarira og Tjóðpallurin framføra Shakespeare
27-10-2016
Í sambandi við 400 ára dagin hjá William Shakespeare hevur kórið Tarira, undir leiðslu av Jóhannesi Andreasen, vant eina heldur óvanliga skrá

Júst tað sjáldsama og tað ótrúliga klæðir væl rithøvundinum, sum er í miðdeplinum á hesari framførsluni.

Øll munu kenna úrmælingin William Shakespeare, eisini tey, sum kanska ikki lesa yrkingar ella ganga til sjónleik, tí honum slepst ikki undan.

Til dømis er hann upphav til fleiri orðatøk; tað var hann, sum skrivaði "...We are such stuff as dreams are made on?; upprunaliga ein orðing, sum kemur fyri í The Tempest (Harðveðrið).

Og við tað, at høvundurin var ein guðsnáðaður dramatikari, er jú upplagt at fáa sjónleik við í framførslurnar.

Tað verða sjónleikararnir Ria Tórgarð og Gunnvá Zachariasen frá Tjóðpalli Føroya, sum fara at lesa upp og framføra ymiskt Shakespeare tilfar, ið er týtt til føroyskt.

Tarira hevur, síðani kórið varð stovnað fyri fjúrtan árum síðani, lagt seg eftir at framføra tilfar, sum ikki áður er framført í Føroyum, og tað mesta avtilfarinum á Shakespearekonsertini er ikki framført her um leiðir.

Hetta merkir tó ikki, at tilfarið á Shakespearekonsertunum er torskilt. Talan er um eina sera fjølbroytta konsert við plássi fyri bæði dapurleika og skemti.

Á skránni eru m.a. tríggjar frumframførslur av verkum, sum ávikavist Pauli í Sandagerði, Unn Paturson og Tróndur Bogason hava skrivað til kórið, eins og bæði eldri og nýggjar kompositiónir hjá ymiskum útlendskum tónaskøldum.

Framførdir verða millum annað tríggir Shakespearesangir, sum bretska tónaskaldið R.Vaughan Williams skrivaði í 1951. Upprunaliga vórðu hesir sangirnir gjørdir til eina kórkapping, og teir eru av sonnum eisini ein avbjóðing at syngja.

Tað sama er galdandi fyri teir fýra Shakespearesangirnar hjá Jaakko Mäntyjärvi, sum eisini eru hugfarsligir og undirhaldandi; Tarira framførdi tveir teirra á Kórfestivalinum í ár og vann eina virðisløn fyri framførsluna.

Fyrra konsertin var í Gulu Smiðju í Runavík mikukvøldið og tann seinna verður í Læraraskúlahøllini leygarkvøldið 29.oktober klokkan 19.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, kapping, Nólsoyarstova, MC-gudstænasta
19-04-2024
Veðrið, tema um trygd á arbeiðsplássinum, tannrøktarin
18-04-2024
Veðrið, eldraleikir, Sansa Føroyar, á Dungasandi
18-04-2024
Veðrið, javnstøða, 5G
15-04-2024
Veðrið, dýr atgongumerki, stuðulskonsert, nýggjur sangur
11-04-2024
Veðrið, fartelefonir í skúlunum, umhvørvisangist, serfrøðingur um spiral
10-04-2024
Veðrið, kelidjór og sorg, samskiftisavbjóðingar, nýggjur skannari á LS
09-04-2024
Veðrið, føroysk ross, ferðavinna
08-04-2024
Veðrið, kapping, hondbóltsskaði og blues tónleikur
05-04-2024
Veðrið, Mett fyri minni, talgildur lesiingur, lívssøgur
04-04-2024
Veðrið, sethúsamarknaður og bústaðarbyrða, landsdystur í hondbólti, gartnari
03-04-2024