- Tíðindi, mentan og ítróttur
Góðan morgun Føroyar
Stuðulskonsert fyri Í menniskjum góður tokki
07-12-2016
Fyriskipararnir vóna, at undirtøkan verður eins góð í ár, sum seinasta ár, tá Hoyvíkar kirkja var fullsett til stuðulskonsertina
Í kvøld klokkan 19, verður stuðulskonsert í Hoyvíkar kirkju til frama fyri "Í menniskjum góður tokki."
Aftur í ár fara tey fýra kórini hjá Sigrið Sivertsen at hava konsert í Hoyvíkar kirkju. Kórini eru barnakórið "Dropar" og "Ung stjørnuskot" úr Tórshavnar Musikkskúla, kórið Xperiment og tað stóra Morgunkórið, sum varð stovnað í samstarvi við morgunsendingina í útvarpinum.
Ein stórur partur av tilfarinum, sum verður framført á konsertini, eru jólasangir, sum Sigrið Sivertsen hevur útsett fyri kór.
Góðan morgun Føroyar
Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.
Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500
Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, Tjóðskjalasavnið og tey 17 heimsmálini hjá ST á bókasøvnunum
22-04-2024
Veðrið, trygd í psykiatriini, nýggj útvarpssending, Suðuroyggjar og Grøni háskúlin
16-04-2024
Veðrið, fartelefonir í skúlunum, umhvørvisangist, serfrøðingur um spiral
10-04-2024
Veðrið, kelidjór og sorg, samskiftisavbjóðingar, nýggjur skannari á LS
09-04-2024