Góðan morgun Føroyar

Berit Holm fekk fyrstu jólakurvina
08-12-2016
Hon fekk jólakurvina fyri at hjálpa vinkoni síni og pápa hennara, sum bæði vóru komin í neyð av sjúku

Morgunsendingin vitjaði Berit, sum var til arbeiðis í TAKS.

 

Tað var Ingun Gormsdóttir í Tilnevndi Berit Holm.

Ingun skrivaði soleiðis:

 

Eg vil fegin tilnevnað Berit Holm jólakurvina.

Berit og eg hava kenst í nógv, nógv ár. Tó vóru nøkur ár, har vit  ikki sóust so nógv, tí vit báðar fingu familju.

Eg gørdist álvarsliga sjúk, samstundis sum pápi mín, ið  bert hevði meg,  eisini gjørdist sjúkur. Hann hevði krabbamein. Alt hetta hevði við sær, at eg lokaði meg inni meira ella minni og støðan versnaði.
Knappliga eitt myrkt vetrarkvøld stendur mín góða gamla vinkona har. Hetta var í 2012. Hon hevði frætt hvussu illa stóð til. Síðan tann dag hava vit báðar  verið óatskiljiligar. Hon tók hond um okkum, meg og pápa mín og var sum ein skínandi sól í allari neyðini.
Ikki hevði hon tad sjálv so lætt, tí hon sjálv hevði álvarsliga sjúku at dragast við.
Hon hjálpti til  á allan hátt, m.a. hevur hon verið niðri á Ríkissjúkrahúsinum við mær tvær ferðir sum fylgjari. Vit bádar havar verið uttanlanda og ferðast.  Og hon hevur  sostatt tveitt alt hon sjálv hevði í hondunum fyri bæði meg og pápa mín, sum nú er deyður.

Berit Holm er gift Atla Holm, tey eiga try børn og tvey ommubørn. Hon arbeiðir hjá TAKS og eg vildi so fegin at hon fekk eitt blómutyssi, tí hevur nakar uppiborið hetta, er tað hon. Hon er dugnalig, fitt, stuttlig, positiv,  hjálpsom og ósjálvsøkin. Rætt og slætt ein eingil.

 

Berit Holm og Jólakurvin

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, Tróndur Patursson, Toni Dam, John Kjær, Sølvá J. Joensen
24-04-2024
Veðrið, FC Hoyvík, Jens Thorolf Nolsøe Dam, Yppa, fiskikapping
23-04-2024
Veðrið, Tjóðskjalasavnið og tey 17 heimsmálini hjá ST á bókasøvnunum
22-04-2024
Veðrið, kapping, Nólsoyarstova, MC-gudstænasta
19-04-2024
Veðrið, eldraleikir, Sansa Føroyar, á Dungasandi
18-04-2024
Veðrið, tema um trygd á arbeiðsplássinum, tannrøktarin
17-04-2024
Veðrið, trygd í psykiatriini, nýggj útvarpssending, Suðuroyggjar og Grøni háskúlin
16-04-2024
Veðrið, javnstøða, 5G
15-04-2024
Veðrið, dýr atgongumerki, stuðulskonsert, nýggjur sangur
11-04-2024
Veðrið, fartelefonir í skúlunum, umhvørvisangist, serfrøðingur um spiral
10-04-2024
Veðrið, kelidjór og sorg, samskiftisavbjóðingar, nýggjur skannari á LS
09-04-2024