Góðan morgun Føroyar

KFUK: Málið er at skapa góðar samfelagsborgarar
09-12-2016
Skótarørslan er ikki bara bál og knútar. Hoyr, hví KFUK átekur sær uppgávuna at menna sjálvsvirðið hjá sínum skótum

Sum nakað nýtt hevur KFUK seinastu vikurnar skipað fyri einum skeiði í sjálvsvirði. Luttakararnir á skeiðnum eru tær 8-12 ára gomlu genturnar, sum eru skótar hjá KFUK.

"Tað er okkara uppgáva at vera við til at menna genturnar," sigur Gyða Johansen, skótaleiðari, sum hevur undirvíst í skeiðnum.

Skeiðið er ein partur av einum altjóða ráki innan fyri skótarørsluna. Um allan heim hava gentuskótar nevniliga tikið skeiðið, sum eitur FreeBeingMe.

Hoyr, tá Góðan morgun Føroyar vitjar genturnar í KFUK.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, Tróndur Patursson, Toni Dam, John Kjær, Sølvá J. Joensen
24-04-2024
Veðrið, FC Hoyvík, Jens Thorolf Nolsøe Dam, Yppa, fiskikapping
23-04-2024
Veðrið, Tjóðskjalasavnið og tey 17 heimsmálini hjá ST á bókasøvnunum
22-04-2024
Veðrið, kapping, Nólsoyarstova, MC-gudstænasta
19-04-2024
Veðrið, eldraleikir, Sansa Føroyar, á Dungasandi
18-04-2024
Veðrið, tema um trygd á arbeiðsplássinum, tannrøktarin
17-04-2024
Veðrið, trygd í psykiatriini, nýggj útvarpssending, Suðuroyggjar og Grøni háskúlin
16-04-2024
Veðrið, javnstøða, 5G
15-04-2024
Veðrið, dýr atgongumerki, stuðulskonsert, nýggjur sangur
11-04-2024
Veðrið, fartelefonir í skúlunum, umhvørvisangist, serfrøðingur um spiral
10-04-2024
Veðrið, kelidjór og sorg, samskiftisavbjóðingar, nýggjur skannari á LS
09-04-2024