- Tíðindi, mentan og ítróttur
Seyður innistongdur í seyðahúsi í Kaldbaksbotni
10.12.2016 - 15:40
Innlendis›Samfelag
Seyður innistongdur í seyðahúsi í Kaldbaksbotni
Pætur Bærentsen, bóndi í Kaldbaksbotni, grunaði ilt, tá hann sá, at hurðin í fremsta seyðahúsinum var afturlatin.
Tá Pætur Bærentsen, bóndi í Kaldbaksboti, fyrrapartin kikaði fram í dal eftir brundunum, sum vóru sleptir, leggur hann til merkis, at hurðin í fremsta seyðahúsinum, frammi við bergholsmunnan, er afturlatin, og tað eigur hon ikki at vera.
Pætur Bærentsen ivast ikki í, at fólk hava verið inni í seyðahúsinum, tí har vóru restir av plastposum og øðrum, sum Pætur einki kennir til, og sum ikki átti at verið í seyðahúsinum. Pætur Bærentsen hevur meldað tilburðin til løgregluna.
Tak niður
Sí eisini
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV