Röddin

VIT

 

Eru føroyingar óvanliga blíðir?
 

Tak niður

Eru føroyingar óvanliga blíðir?
05.01.2017 - 11:05
Annar hvør persónur, sum gevur sær stundir at hjálpa, er føroyingur. Soleiðis segði blindi danin, sum Terji Beder hjálpti á rætta leið

Áðrenn vit komu inn í 2017 skrivaðu nógv nýggjársheilsanir á Facebook. Tær flestu vóru einfaldar, meðan aðrar høvdu ein serligan boðskap. Terji Beder nýtti eisini høvið at ynskja gott nýggjár á Facebook, har hann samstundis deildi eina gerandisliga og samstundis óvanliga hending.