Röddin

VIT

 

Føroyingur í Olso um SKAM
 

Tak niður

Føroyingur í Olso um SKAM
05.01.2017 - 15:08
Bárður Dalsgarð býr í Oslo, og hevur merkt nógv til SKAM-bylgjuna, sum hevur verið í seinastuni

Dritkul, serr og bussvors. Trý norsk orð, sum næstan allur ungdómurin í Skandinavia nú kennir. Norska ungdómrøðin SKAM hevur tikið skandinaviska ungdómin við stormi seinasta hálva árið. Men nú er seinasti partur í rðini liðugur, og SKAM-bylgjan er følnað eitt sindur. 16 ára gamli Bárður Dalsgarð býr í Oslo, og gongur í skúla við einum av høvuðsleikarunum í SKAM.