Röddin

VIT

 

RøddinLive: Tinder
 

Tak niður

RøddinLive: Tinder
06.01.2017 - 21:31
Ein stórur partur av ungdóminum nýtir dating appina Tinder, men tað er ymiskt, hvat appin verður nýtt til

Tinder appin hevur Tinder er ein dating app til fartelefonir og teldlar, har tú blaðar gjøgnum tær gentur ella dreingir ? alt eftir, hvørjum tú leitar eftir ? sum eru í ávísari frástøðu frá tær. Tú sært bert nakrar myndir, ein stuttan tekst, áhugamál og felags vinir á Facebook. Fyri at dáma onkran, skalt tú blaða til høgru, og fyri at siga nei, blaðar tú til vinstru. Um báðir partar dáma hvønn annan, so ?matcha? tit og kunnu skriva saman. Um bert annar parturin dámar hin, fær hin tað ongantíð at vita. Tó kanst tú eina ferð um dagin ?superlika? ein person, ið beinanvegin fær boðini um, at tær dámar viðkomandi.
Vit flyta okkum frá Viðareiði til høvuðstaðin at práta við føroyska ungdómin fyri at hoyra, hvat tey halda um Tinder, og hvussu tey nýta appina.