Röddin

VIT

 

Vágamentan: »Teir vóru so fittir og galantir« - 1
 

Tak niður

Vágamentan: »Teir vóru so fittir og galantir« - 1
08.01.2017 - 13:00
Jógvan Arge lesur fyrsta part av bókini "Vágamentan" eftir Minu Reinert, sum vit byrja at senda í dag

Útvarpið fer undir at lesa bókina "Vágamentan," sum Mina Reinert, ið er ættað úr Sørvági, hevur skrivað við undirheitinum "Teir vóru so fittir og galantir." Hon setti sær fyri at finna broytingar, sum stóðust av, at Vágar vórðu hersettar undir krígnum.

Mina Reinert kannaði, hvussu viðurskiftini vóru fyri hersetingina, hvussu hersetingin ávirkaði samfeløgini í Vágum, og hvørjar broytingar hon elvdi til eftir heimsbardagan. Bókin er skrivað við støði í MA-ritgerð hjá Minu Reinert frá 2007.