Röddin

VIT

 

Bjørg Lamhauge: Her hevur oyst niður dag sum nátt
 

Tak niður

Bjørg Lamhauge: Her hevur oyst niður dag sum nátt
11.01.2017 - 09:49
Bjørg Lamhauge og unnustin hava upplivað ringasta monsunstorm, sum hevur verið í Tailandi í 30 ár

Tey komu til Tailand 1. januar. Tveir teir fyrstu dagarnar regnaði ikki so illa, men síðani hevur oyst niður dag sum nátt. Bjørg og sjeikurin búgva á nýggjum hotelli, sum tolir veðrið, men nógv er oyðilagt har um leiðir. Tey lokalu eru í døpurhuga, og eingi ferðafólk koma til vælumtókta feriustaðið.

Nú er veðrið frægari, og forsøgnin sigur, at tað ringasta er farið.

Myndugleikarnir siga, at túsundtals býlingar eru oyðilagdir, mong eru særd, og fleiri deyð. Tað hevur ikki regnað so illa í Tailandi í 30 ár.

Serliga hart rakt hevur vælumtókta feriustaðið Koh Samui, har Bjørg og unnustin búgva, verið.