Röddin

VIT

 

Radarin: Setrið í vøkstri
 

Tak niður

Radarin: Setrið í vøkstri
11.01.2017 - 18:00
Samstundis sum talið av lesandi á Fróðskaparsetrinum økist munandi, vísa onnur tøl, at nógv lesandi fella frá

Í dag eru 1000 lesandi á Setrinum - tað er tvífalt so nógv sum í 2011. Fróðskaparsetrið hevur sett sær sum mál, at í 2024 skulu í minsta lagi 1500 fólk lesa á Setrinum.

Tankin er, at lesur ungdómurin í Føroyum, heldur enn í øðrum londum, so eru størri sannlíkindi fyri at tey eisini seta búgv her og gerast partur av føroyska samfelagnum.

Men stutt fyri jól - meðan Løgtingið legði síðstu hond á fíggjarlógararbeiði fyri 2017 - komu onnur tøl á borðið, sum skøva myndina av Fróðskaparsetrinum. Løgtingið vildi hava eitt yvirlit yvir, hvussu nógv lesandi hava staðið endaligu royndina síðstu fimm árini, í mun til tey sum eru 'upptikin' til útbúgvingarnar.

Turru tølini vísa, at bara ein brøkpartur av teimum, sum fáa tilboð um at nema sær útbúgving á Fróðskaparsetrinum, koma ígjøgnum lestnaðin og fáa prógv í hondina.