Soleiðis skalt tú koyra um morgunin

16.01.2017 - 10:03
Lívsstílur
Soleiðis skalt tú koyra um morgunin
GMF og løgreglan umrøða morgunferðsluna í Kaldbaksbotni

Hvat skalt tú gera, um bilurin frammanfyri teg koyrur ov spakuligt? Hvørjar lyktir skal tú brúka um morgunin? Og hvussu nógva frástøðu skalt tú taka? 

Í morgun koyrdi Góðan Morgun Føroyar inn í Kaldbaksbotnin at eygleiða morgunferðsluna saman við Jan Fossaberg, løgreglumanni. 

"Í morgun koyra tey pent, men eg havi talt átta bilar, sum ikki hava stýr á lyktunum", segði løgreglumaðurin um ferðsluna í morgun. 

Fartelefonin drepur

Vit seta okkum ikki inn í ein bil, um førarin er ávirkaður av rúsdrekka. Men vit seta okkum ikki upp í móti, um førarin líka tekur telefonina, tá koyrt verður. 

Men tað gevur onga meining, sigur Jan Fossaberg. Tað er vísindaliga prógvað, at tá tú tosar í telefon, upptekur tú ein part av heilanum, so tað í veruleikanum svarar til at hava for høga promillu.

"Tá tú koyrur bil, skalt tú bara koyra bil. Sjáldan eru telefonsamrøður so akuttar, at tær ikki kunnu bíða í fimm minuttir", sigur hann.

Lurta við omanfyri.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Skírishósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585