- Tíðindi, mentan og ítróttur
Spurningurin um tagnarskyldu viðgerast
Uttanlandsnevndin hevur tagnarskyldu og tað er serliga umráðandi at ein landsstýrismaður kann ráðføra seg frítt í Uttanlandsnevndini, tí málini her snúgva seg um áugamálini hjá landinum. Tí mugu politikarar hevja seg upp um partapolitisk áhugamál, sigur Kaj Leo Holm Johannesen, sum fer at taka málið um lekan upp í Uttanlandsnevndini.
Uttanlandsnevndin hevur sjálv lagt loynilig skjøl út á heimasíðuna hjá nevndini á logting.fo, men tey snúgva seg um svartkjaftakvoturar, sum landsstýrismaðurin hevur í hyggju at áseta. Tey skjølini vórðu tikin av heimasíðuni logting.fo tveir minuttir eftir at útvarpið kundi lesa úr teimum í pressuni klokkan átta í morgun.
Hoyr samrøðuna við Kaj Leo Holm Johannesen næstforman í Uttanlandsnevndini her.
Tak niður