Óvist hví skjal kom út

18.01.2017 - 12:28
InnlendisPolitikkur
Óvist hví skjal kom út
Forkvinna í Uttanlandsnevndini veit ikki, hví eitt loyniligt skjal hjá Fiskimálaráðnum hevur ligið á heimasíðuni hjá nevndini

Hóast Uttanlandsnevndin hjá Løgtinginum viðger øll mál í trúnaði, hevur strategiin hjá Føroyum í samráðingunum um uppsjóvarfisk ligið alment frammi á heimasíðuni hjá nevndini.

Hetta hendir um somu tíð, sum illgruni er um, at onkur í nevndini hevur latið Norðlýsinum upplýsingar frá einari ráðførslu í nevndini um fiskirættindasamráðingarnar við Ísland.

Talan er tó ikki um sama mál.

Annita á Fríðriksmørk er forkvinna í Uttanlandsnevndini. Hon veit ikki, hví eitt loyniligt skjal hjá Fiskimálaráðnum hevur ligið á heimasíðuni hjá nevndini.

Tveir minuttir eftir, at Útvarpið hevði tíðindini um kvoturnar klokkan átta í morgun, vóru skjølini horvin á heimasíðuni hjá Uttanlandsnevndini.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 29. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (2:2)
172480
Fríggjadag 29. mars
Guðstænasta úr Hvannasunds kirkju
172951
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 29. mars
Guðstænasta úr Hvannasunds kirkju
172949
Hósdag 28. mars
Skírhósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584