Góðan morgun Føroyar

Deila myndir av Føroyum við 1,5 mió. fólk dagliga
19-01-2017
Føroyar kunnu ikki samanberast við nakað annað, siga teir báðir Rob Strok og Hannes Becker, ið liva av at leggja myndir á Instagram

Robert Strok og Johannes Becker eru nøvn, ið kanska ikki siga okkum øllum her í Føroyum so nógv enn. Men samlað hava teir 1.5 milliónir fylgjarar á sosiala miðlinum Instagram. Og á youtube hevur Rob Stroke, sum hann kallar seg har, umleið 40.000 fylgjarar. Til felags hava teir at teir taka myndir alla møguliga staðni í heiminum. Teir komu at kennast fyri umleið tveimum árum síðan gjøgnum Instagram. Teir hava samskift nógv saman, men hittust ikki andlit til andlits fyrr enn teir í ár fóru á ferð saman. Ferðamálið hjá teimum hesaferð var Føroyar. 

Man kann síggja myndirnar hjá teimum á Instagram her: https://www.instagram.com/hannes_becker/ og https://www.instagram.com/robstrok/

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Hanus Kjølbro, Eivør, Leif Hansen, Hanne Marit Modal Iversen, og Erna Lava Olsen
27-03-2024
Veðrið, Zakarias Wang, Jens Jákup Hansen og Jónfinn Stenberg
26-03-2024
Hanus Kjølbro, Óluva Klettskarð og Randi Kúrberg
25-03-2024
Veðrið, royking, kapping, Heldarstindur
22-03-2024
Stillavika, kokkakapping, brekumboð
21-03-2024
Veðrið, plantur til matna, móðurmálsdagur, serfrøðingurin
20-03-2024
Nick Carter, veðrið, føroyskt mál, Pippi í SALT, Siloa 100 ár
19-03-2024
Veðrið, samarittar og Sinnibati Ung
18-03-2024
Veðrið, kapping, heimsmeistari í inniróðri, ólavsøkukabarettin
15-03-2024
Veðrið, slipsið hjá Williami Heinesen, sangleikurin 'Vakurleikin & Beistið"
14-03-2024
Hoyr alla sendingina
13-03-2024
Veðrið, ársins sjúkrarøktarfrøðingur, Terji Rasmussen og ein nýggjur sangur, bókaútsøla og javnstøða í fótbólti eru evnini hesa ferð
12-03-2024