Vit skulu ikki ræðast hægri prísir

19.01.2017 - 09:35
Lívsstílur
Vit skulu ikki ræðast hægri prísir
Prísirnir eru farnir upp í 2016, men tað skulu vit ikki vera kedd um, sigur búskaparfrøðingur
At prísirnir fara upp er tekin um ein sunnan búskap, sigur Heri á Rógvi
Mynd: Privatmynd/Bárður Eklund  

Brúkaraprísurin í Føroyum er hækkaður í 2016. Tað merkir, at tú og eg fáa minni fyri okkara pengar, tá vit fara í handlarnar at keypa. 

Klæðir og skógvar eru dýrkað við 1,8%. Hotellini og matveitarirnir hava sett prísirnar upp við 1,7% og matvørur eru blivnar 1,1% dýrari at keypa. 

Og at tað er vorðið dýrari at keypa hús, er ikki nøkur nýggj tíðindi. Hagstovan skrivar, at býlisprísirnir eru hækkaðir við 1,5% í 2016. 

Men tað er einki at ræðast, sigur búskaparfrøðingur. 

"At prísurin fer upp er tekin um ein sunnan búskap", sigur Heri á Rógvi. Og "Hetta er ikki ein stórur vøkstur. Brúkarin fer ikki at merkja prísvøksturin", leggur hann afturat. 

Marknaðurin tillagar seg sjálvan

Vit skulu ansa eftir, at prísirnir ikki vera óvanliga høgir, men sum nú er, er inflatiónin á einum toliligum støði, og prísstøðið í Føroyum er sum heild munandi betri, enn tað hevur verið. 

"Seinastu árini hava vit sæð eina rættiliga óvanliga prísgongd, so hetta, vit síggja nú, er, at marknaðurin sjálvur tillagar seg", sigur Heri á Rógvi. Hann greiður frá, at tað er óvanligt, at prísirnir lækka fleiri ár á rað. 

Vit skulu vænta, at prísvøksturin heldur fram komandi árini. Búskaparfrøðingurin greiður frá, at vit kunnu vænta ein prísvøkstur, sum er væl hægri enn tann, vit sóu í 2016.

"Og tað er her, fakfeløgini skulu koma inn. Tey skulu syrgja fyri, at vit fáa samsvarandi meir í løn", greiður búskaparfrøðingurin frá.

Fýra ferðir um árið mátar Hagstovan brúkaraprístalið. 

Hoyr samrøðuna við Hera á Rógvi omanfyri. 

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 24. apríl
Skratsj 24. apríl 2024
174183
Mikudag 24. apríl
RagnarRokk: Dr.Dead um Hey Living People
174175
Mikudag 24. apríl
Góðan morgun Føroyar
174167
Mikudag 24. apríl
Morgunlestur mikudagur 24. apríl 2024
173996
Týsdag 23. apríl
LEITISSTEIN 23.04.2024 (Óli Poulsen)
174142
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012
Sunnudag 21. apríl
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
174010