Góðan morgun Føroyar

FM-netið í Føroyum verður ikki sløkt enn
21-01-2017
Í Norra eru tey farin undir at sløkkja FM-sendararnar. Tá árið er liðið, ber ikki longur til at lurta eftir landsfevnandni rásunum á FM

Teir fyrstu 300 sendararnir í Norra eru longu sløktir. Nú skulu norskir útvarpslurtarar venja seg við at lurta á DAB+ útvørpum, á netinum ella á telefonini.

Lokalútvørpini hava kortini loyvi til at senda á FM í fimm ár aftrat.

Øll fegnast ikki um broytingina. Bilánarar gera vart við, at langt frá allir bilar hava DAB+-útgerð, og fleiri kæra seg um svikaligt signal nógva staðni í fjallalandinum.

Í Føroyum verður FM netið kortini ikki sløkt enn, sigur Bjarni Wilhelm, deildarstóri á stýrisdeildini á mentamálaráðnum, sum varðar av FM-netinum.

Eingin nágreinilig freist er sett á, nær farið verður frá FM í Føroyum, men 2024 kundi verið sannlíkt, heldur Bjarni Wilhelm, sum leggur aftrat, at tað er væl hugsandi, at vit í Føroyum leypa DAB+ tøknina um og bíða til tað verður gjørligt hjá øllum at stroyma útvarp.

Í Danmark skulu FM-sendararnir eisini beinast burtur, men tað hendir ikki fyrr enn helvtin lurtar eftir talgildum útvarpi. Í løtuni er talið 36 prosent, sambært seinastu kanning hjá DR medieforskning.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Hanus Kjølbro, Eivør, Leif Hansen, Hanne Marit Modal Iversen, og Erna Lava Olsen
27-03-2024
Veðrið, Zakarias Wang, Jens Jákup Hansen og Jónfinn Stenberg
26-03-2024
Hanus Kjølbro, Óluva Klettskarð og Randi Kúrberg
25-03-2024
Veðrið, royking, kapping, Heldarstindur
22-03-2024
Stillavika, kokkakapping, brekumboð
21-03-2024
Veðrið, plantur til matna, móðurmálsdagur, serfrøðingurin
20-03-2024
Nick Carter, veðrið, føroyskt mál, Pippi í SALT, Siloa 100 ár
19-03-2024
Veðrið, samarittar og Sinnibati Ung
18-03-2024
Veðrið, kapping, heimsmeistari í inniróðri, ólavsøkukabarettin
15-03-2024
Veðrið, slipsið hjá Williami Heinesen, sangleikurin 'Vakurleikin & Beistið"
14-03-2024
Hoyr alla sendingina
13-03-2024
Veðrið, ársins sjúkrarøktarfrøðingur, Terji Rasmussen og ein nýggjur sangur, bókaútsøla og javnstøða í fótbólti eru evnini hesa ferð
12-03-2024