- Tíðindi, mentan og ítróttur
Góðan morgun Føroyar
Triðingurin av matinum endar í ruskspannini
24-01-2017
Um tú vilt minka um matspilluna, so ber til at luttaka í tiltakinum "To good to go." Tó ikki í Føroyum, enn
"Too Good To Go" er ein online pallur, sum er til fyri at minka um matoyðsl.
Við telefonappini TGTG ber til at venda sær til handlar, hotellketir, matstovur o.o., sum eru við í "To Good To Go," og keypa eina máltíð, sum annar hevði verið tveitt í ruskspannina. Hetta ber so til at keypa fyri eina lítla upphædd.
Síðan "Too Good To Go" byrjaði sítt virksemi, hava tey bjrgaað umleið 700 tonsum av mati, sum svarar til góðar 500.000 máltíðir.
Stian Olesen, sum hevur verið við at stovnað To Good To Go sigur, at enn er hetta ikki virkið í Føroyum, men hann arbeiðir fyri at fáa hetta í lag skjótast til ber.
Í kvøld klokkan 19.30 heldur Stian Olesen fyrilestur í Norðurlandahúsinum um Too Good To Go.
Góðan morgun Føroyar
Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.
Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500
Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Hanus Kjølbro, Eivør, Leif Hansen, Hanne Marit Modal Iversen, og Erna Lava Olsen
27-03-2024
Veðrið, slipsið hjá Williami Heinesen, sangleikurin 'Vakurleikin & Beistið"
14-03-2024
Veðrið, ársins sjúkrarøktarfrøðingur, Terji Rasmussen og ein nýggjur sangur, bókaútsøla og javnstøða í fótbólti eru evnini hesa ferð
12-03-2024