- Tíðindi, mentan og ítróttur
Við Tórði á túri
Tórður Mikkelsen var um jóltíðir ein feriutúr á Kuba og ann hevði mikrofonina við.
Kuba er framvegis nógv merkt av drúgva handilsbanninum, sum USA setti í gildi í 1961. Framvegis verður tað mesta gjørt við hond. Eitt nú í landbúnaðinum, har ross, oksar og onnur sterk djór verða brúkt ístaðin fyri maskinur.
Fólkið á Kuba er sera vinarligt. Framvegis hava húsarhaldini ikki internet og tað ger, at fólkið hevur ikki skund, siga tey, sum greiða frá í sendingini. Landið er vakurt og spennandi, og bjóðar ferðafólkum vælkomnum. Aðrar vinnur hava svikið, og tí er ferðavinnan størsta vinnan hjá kubanarum.
Tey sum greiða frá í sendingini eru: Marjun Niclasen, Sunbjørt Petersen, Jóna Vest, Sjúrður Skaale, Rasmus Lassen og Mirjam Johannesen.
Sendingin varð send fyrstu ferð í februar 2017.