Röddin

VIT

 

Afturáaftur: Havn í Runavík og torradagar
 

Tak niður

Afturáaftur: Havn í Runavík og torradagar
17.02.2017 - 18:19
Hanus Hansen, reiðari, er gestavertur og ger viðmerkingar til vikuna, ið fór

Á Torradøgunum í Klaksvík hittust formenninir í politisku flokkunum enn einaferð um hetta fantastiska orðið - fiskivinnunýskipan. Enn einaferð - haldi eg - at politikararnir søgdu á leið tað sama, sum teir hava sagt seinastu tvey-trý árini. Og enn einaferð var tað spurningurin um, hvussu skulu rættindini at fiska býtast út og harvið, hvør skal hava rættindini, sum var á dagsskránni. Hinir spurningarnir í fiskivinnunýskipanini - stovnsrøkt, føroyskur keikantur, útlendskur ognarskapur - sluppu undan viðgerð.
Í vikuni heitti løgmaður á Eik at almannakunngera avgerðina frá Taks um nógv umrødda skattafrádráttin, men eigarin av Eik ætlar ikki at akta. Skal ein tryggingarfyritøka akta løgmann og almannakunngera síni skattaviðurskifti fyri almenninginum.
Og enn einaferð verður spurningurin reistur, um tað skilagóða í, at bæði Runavíkar Kommuna og Tórshavnar Kommuna, eru farnir undir stórar havnaútbyggingar. Her heldur borgarstjórin í Runavíkar Kommunu, at løgmaður átti at blanda seg, men spurningurin er so um kommunurnar tíma at lurta eftir løgmanni ella tinginum.