Søvn Landsins til tríggjar stovnar

22.02.2017 - 13:22
InnlendisPolitikkur
Søvn Landsins til tríggjar stovnar
Eftir miseydnaðu samanleggingina í 2011 verða Søvn Landsins nú býtt sundur aftur í tríggjar stovnar og stjórin fluttur í annað starv

Aksel V. Johannesen, løgmaður, hevur tikið avgerð um, at samanleggingin ikki fer at rigga, og at Søvn Landsins nú skulu lutast sundur í eitt sjálvstøðugt Landsskjalasavn, eitt Landsbókasavn og so ein nýggjan stovn, Tjóðsavn Føroya, sum skal hava virksemið hjá Fornimmissavninum og Nátturugripasavninum undir sær.

Sámal Tróndur Finnsson Johansen, sum nú er deildarleiðari á Landsskjalasavninum verður stjóri har.

Starvið sum deildarleiðari fyri Landsbókasavnið verður broytt til stjórastarv og lýst leyst. Lýsast skal eisini eftir stjóra til Tjóðsavn Føroya sum skjótast.

Í hesi nýggju kabaluni liggur so eitt kort eftir - tað er umstríddi stjórin fyri øllum stovnunum, Andras Mortensen. Men í sambandi við avgerðina hjá løgmanni at luta Søvn Landsins sundur aftur, so er avtala gjørd við Fróðskaparsetrið um at seta Andras Mortensen í starv á Søgu- og Samfelagsdeildini.

Rúni Rasmussen, deildarstjóri á Løgmansskrivstovuni, er settur sum fyribils stjóri á Søvnum Landsins til nýggju leiðslurnar eru settar, og Løgmansskrivstovan, sum hevur umsitið Søvn Landsins síðan fyrsta desember í fjør vegna ógegni í Mentamálaráðnum, fer at umsita søvnini eitt tíðarskeið afturat.

Søgan um Søvn Landsins

1. januar 2011 sá ein nýggjur stórur stovnur dagsins ljós, hann fekk navnið Søvn Landsins. Samanleggingin varð gjørd uttan lóg, stór ónøgd hevur valdað á stovnunum, og nú verður so byrjað av nýggjum við trimum sjálvstøðugum stovnum.

Áðrenn samanleggingina vóru fýra - áður - sjálvstøðugir stovnar: Náttúrugripasavnið, Fornminnissavnið, Føroya Landsbókasavn og Føroya Landsskjalasavn. Endamálið við samanleggingini var - á pappírinum - greið: effektivari fyrisiting, miðvísari lógarumsiting, styrkt fakligt umhvørvi og færri leiðarar.

Og mett varð, at hesin nýggi stovnurin, ið skuldi virka sum myndugleiki fyri alt savnsvirksemi í Føroyum, kundi røkka góðu endamálunum.

Men tað, sum var lætt á pappírinum, var ikki lætt í veruleikanum, og sjón gekk fyri søgn, tá ein lóg eftir samanleggingina skuldi gerast um Søvn Landsins.

Tvær ferðir royndi Bjørn Kalsø, táverandi mentamálaráðharri at fáa eina lóg um Søvn Landsins samtykta. Men tað riggaði ikki - seinnu ferð var tað eitt løgtingsval, sum órógvaði, segði Poul Geert Hansen, aðalstjóri í Mentamálaráðnum, við útvarpið í fjør.

Tá so nýggj samgonga kom til, ja, so vildi hon nakað annað, og so kom lógin heldur ikki fyri løgtingið, men skuldi aftur smíðast av nýggjum. Men heldur ikki triðju ferð varð rokkið á mál.

Tíðindi gingu nú eisini um ófrið og óngd millum starvsfólkini á teimum ymisku stovnunum - og ónøgdin var serliga vend móti stjóranum Andras Mortsen.

Ógegnið varð staðfest í Mentamálaráðnum - aðalstjórin har og stjórin á Søvnum Landsins eru svágrar - og so varð alt málsøkið flutt til Fíggjarmálaráðið. Og Fíggjarmálaráðið staðfesti, at Mentamálaráðið ikki hevði gjørt sítt arbeiði, at samanleggingartilgongdin var kollsigld, og at lógararbeiðið var steðgað upp.

Og so mátti enn ein kanning gerast av Søvnum Landsins. Hana bað Fíggjarmálaráðið Jóan Paula Joensen, professara gera - og hann skuldi eisini gera tilmæli um framtíðina hjá Søvnum Landsins. Hansara tilmæli var, at samanleggingin av Søvnum Landsins skuldi halda fram.

So fekk Løgmansskrivstovan málsøkið aftur frá Fíggjarmálaráðnum. Og í dag hevur Aksel V. Johannesen, løgmaður tikið avgerð - ikki um at samanleggingin skal halda fram, men at stovnarnir skulu slítast sundur aftur, og at teir tríggir stovnarnir aftur skulu hava hvør sín stjóra. Umstríddi stjórin á Søvnum landsins, Andras Mortsen, skal nú setast í starv á Fróðskaparsetri Føroya.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 19. apríl
Vikuskiftið 19 apríl 2024
173966
Fríggjadag 19. apríl
Breddin: Ov nógv børn verða send av landinum
173951
Fríggjadag 19. apríl
Góðan morgun Føroyar
173942
Fríggjadag 19. apríl
«Eg eri vegurin og sannleikin og lívið»
173937
Fríggjadag 19. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 19. apríl 2024
173396
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Veðrið
173964
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887